Ræðulig sekund

Áki G. Olsen hevði ráð at hava tað stóra smílið á andlitinum, tá dysturin móti Kyndli var av, men hann viðgekk uttan at blunka, at seinastu sekundini vóru alt annað enn stuttlig.
– Eg hevði tað ræðuligt. Eg hevði jú eitt tómt mál at skjóta í, men ístaðin fyri at skora og lukka dystin, rakti eg við síðuna av. Og so fær Kyndil ein hampuliga góðan møguleika, sum teir tíbetur ikki skora uppá, sigur Áki G. Olsen.
Um dystin sjálvan helt hann, at tað var vantandi neyvleiki, sum mundi kostað VÍF heilt nógv.
– Vit hava fult tamarhald á tí mesta, og eg haldi, at munurin gjørdist eini seks mál. Men so byrja vit at brenna ov nógv, og so verður tað heilt spennandi her móti endanum.
Og tit eru nú heilt nær finaluni. Er tað hana, sum tit nú hugsa um?
– Als ikki. Tað eru bara fýra umfør síðani, at vit vóru niðasta liðið í deildini. Nú hava vit so vunnið fýra dystir á rað, og vit hugsa eina og aleina um tann dystin, sum nú stendur fyri framman.