Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og nakrar føroyskar fyritøkur hava verið á handilsvitjan í Turkalandi og Poul Michelsen, uttanríkismálaráðharri, heldur, at túrurin hevur eydnast væl.
- Mín fatan er, at turkiski marknaðurin er stórur og har vóru fleiri fyritøkur, sum høvdu hug at innflyta vørur úr Turkalandi og fyritøkur, sum høvdu sølu fyri eyga, fyrst og fremst í fiskivinnuni og alivinnuni, sigur hann við Rás 2.
Poul Michelsen sigur, at tað er innan fleiri vørubólkar, at samhandilin millum Turkaland og Føroyar kann veksa.
- Vit eru á bilsíðuni, á elektronisku síðuni, á matvørusíðuni. Tað eru fleiri øki, har vit kunnu gera tað betri, heldur uttanríkisráðharrin.
Hann heldur, at føroysku fyritøkurnar á túrinum eisini sóu seg førar fyri at kappast á turkiska marknaðinum.
- Nú byrjar samskifti millum keypara og seljara, og politiska skipanin trekkir seg út og bara er til staðar, um onkrir trupulleikar standast av samskiftinum, sigur Poul Michelsen.
Poul Michelsen væntar, at innan stutta tíð vera dyrnar til Japan eisini latnar upp, allarhelst í hesum árinum. Síðani stendur Suður-Korea fyri tørni.
- Eg haldi meg føla, at tá hesir sáttmálar byrja at virka, fara onnur lond eisini at hava áhuga, sigur hann við Rás 2.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Poul Michelsen á Rás 2.










