Kaj Leo Johannesen
Formaður Sambandsfloksins
?????????????????
Vil við hesum gera eina stutta viðmerking til grein í Sosialinum tann 12. november um leiklutin hjá formanni Sambandsfloksins í sambandi við, at samgonga varð skipað í Tórshavnar kommunu.
Formaður Sambandsfloksins hevur ongantíð verið partur av samráðingunum um at skipa meiriluta í Tórshavnar Kommunu nú eftir valið. Býráðslimirnir hava sjálvir mandat til at samráðast, og tað kann og eigur ein floksformaður ikki at siga nakað um.
Formaðurin vil við hesum afturvísa pástandinum um at hava vitað av, at Heðin Mortensen undirskrivaði fleir avtalur, meðan øll hini lógu og svóvu.
Hinvegin veit undirritaði fullvæl, hvat meiningin er við ákærunum frá eitt nú komandi borgarstjóranum um mín persón og mín leiklut í hesum glantrileikinum: roynt verður at flyta fokus frá kjarnanum í mál-inum, nevniliga, at hetta er eitt tað størsta álitisbrotið í nýggjari politiskari søgu.
Tað sigur nógv um muruna í teimum, sum bera hesi ósannindi og vilja leggja royktám yvir tann veruleikan, at hetta var eitt álitisbrot, sum framt var í Tórshavnar Býráð við komandi borgarstjóra á odda. Vandi er fyri, at slíkur atburður fer at gerast fordømi fyri komandi samráðingum til Tórshavnar Býráð, og hesir somu siga seg umboða ítrótt og fair play.
Mín størsta vón og mín inniliga áheitan til øll í Tórshavnar kommunu er framhaldandi at verja reiðiligheit og trúvirði, soleiðis at vit, sum eg ofta hava sagt fyrr, læra av teim gomlu, sum fortaldu okkum um tíðina, tá ein maður var ein maður og eitt orð var eitt orð.
Tað kann ongantíð blíva rætt at siga, at tað at bróta skrivligar avtalur er smart, og at politikkur bert er eitt spæl, Tað stríðir ímóti vanliga hugsunarháttinum hjá okkara fólki.