Fyrst er at siga, at henda samrøða varð send fyri útvið einum hálvum ári síðan, og tá ið hugsað verður um at tíðindi eru í útvarpinum at siga hvønn tíma á degnum, ljóðar tað, sum um at tú toyggir relativitetshugtakið so mikið nógv, at tað nærkast villeiðing.
Í lesarabrævinum sigur tú eisini, at tú gjørdist illa við av tí, sum býráðsformaðurin greiddi frá, ið farið var fram á býráðsfundinum, sum var varð hildin fyri afturlatnum hurðum. Men hetta er ikki rætt. Býráðsformaðurin gretti ikki eitt orð um viðgerðina av málinum, og tí, sum farið var fram á fundinum, t.e. um orðaskifti ella skjalatilfarð. Harafturímóti hevur tú í lesarabrævi tínum brotið tagnarskylduna í báðum hesum førum. Tað, sum býráðsformaðurin segði, var úrslitið av atkvøðugreiðsluni av aktuella málinum. Niðurstøðan var longu send Leirvík og Gøtu og var sostatt almannakunngjørd – sum annars var ein sjálvfylgja.
Tú sigur eisini, at upplýsingarnar, sum býráðsformaðurin gav í samrøðuni við útvarpið vóru villeiðandi. Her er at siga, at fyrispurningurin frá Leirvík og Gøtu var klokkuklárur og ítøkiligur: Spurt varð, um Fuglafjarðar kommuna var sinnað at leggja saman við Leirvíkar og Gøtu kommunu her og nú; hetta hevði nevnliga skund, um tað skuldi eydnast at fullføra samanleggingina í inniverandi valskeiði.
Niðurstøðan og svarið frá Fuglafjarðar kommunu var líka klokkuklárt og ikki at taka feil av, tí býráðið metti ikki røttu løtuna vera júst nú. Takkað varð nei, og sagt varð, at málið kundi vera standandi opið til næsta býráð at umrøða. Upplýsast skal, at allir 9 býráðslimirnir tóku undir við hesari niðurstøðu.
At tú sigur teg hava sagt, at eitt kommunustýri, sum kom aftaná, átti at taka avgerðina, telur ikki. Eitt sitandi kommunustýri kann ikki atkvøða um, hvat eitt annað býráð skal atkvøða um ella gera. Borðið bindur, og býráðið, ið tú sat í, atkvøddi einmælt um ikki at taka av tilboðnum frá Leirvíkar og Gøtu kommunu um at leggja kommununar saman í teirri setunu, sum endaði 31.12.2008.
Tað var hetta, sum býráðsformaðurin svaraði útvarpskvinnuni fyri útvið hálvum ári síðan upp á fyrispurningin. Eg vil tí við hesum afturvísa tínar ákærur um villeiðing og falskar tónar frá mínari síðu.