Rættleiðing til Jan Christiansen

Í lesarabrævi í gjár sigur tú, at eg havi noktað fyri, at Ronald Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum kundi vera við í samgonguni millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.

Stutt sagt: Hetta passar ikki.

Síðani sigur tú, at eg koppaði Lisbeth L. Petersen.

Til tað er at siga:

Tú bjóðaði ikki Lisbeth býráðsformanssessin. Tú bjóðaði øðrum hann. So, sum støðan var tá, høvdu vit ikki annað val enn at koma við tykkum, skuldu vit hava nakra ávirkan.

Ikki fyri at læra teg, Jan, men tá ein flokkur fer í eina samgongu, er tað fyri at fáa nøkur av sínum málum ígjøgnum. Tá vit so beinleiðis missa avtalað virkisumráði orsakað av einum samgonguflokki, so er sjálvandi eingin avtala meir.

Eg standi við míni orð. Og umframt hetta so kendu tit mína støðu í sera góðari tíð.

At tú ert særdur, skilji eg væl, men tað er ikki neyðugt at bera fram ósannindir.


Elin Lindenskov, býráðslimur