Huxa ákærir meg fyri at hava sett í gildi eina skipan, ið merkir at:
“hvør føroyingur, ið hevur internetsamband fær eykarokning, bara tí hann hevur alnet”
“hvør næmingur á miðnámi skal brúka tveir studningar til kringvarpsgjald um árið.”
Tað er sera óheppið, at eitt politiskt ungmannfelag borðreiðir við tílíkum ósannindum. Eg vóni, at hesar útsagnir byggja á misskiljingar ella vantandi vitan. Og eg vænti, at tey sum hava sett henda tíðindaflutning í verk, nú eisini avsanna hann.
Tann 11. mai 2010 samtykti Løgtingið at broyta løgtingslóg um kringvarp, soleiðis at øll húski í landinum hava skyldu til at rinda eitt kringvarpsgjald, og nýggj kunngerð varð lýst 18. november 2010.
Tað merkir, at einki húski kemur at rinda meira enn í mesta lagi eitt kringvarpsgjald, sama hvussu nógv sjónvørp, útvørp, internetsambond ella fartelefonir, sum húskið ræður yvir.
Í lógini er ásett, at børn (eisini miðnámsskúlanæmingar), ið búgva heima, verða roknaðir upp í húskið, og skulu hesi sostatt ikki rinda egið kringvarpsgjald.
Kringvarpsgjaldið er ásett í lógini til kr. 2.900 um árið, umframt meirvirðisgjald, av hesum eru kr.1.300 fyri útvarp og kr. 1.600 fyri sjónvarp. Gjaldið er sett í lógina, fyri at eingin ivi skal vera um heimildina at krevja tað inn.
Eitt húski kann verða frítikið fyri gjaldsskylduna, um tey undirskriva eina váttan um, at tey ikki hava tól, sum kann móttaka sendingar frá Kringvarpi Føroya.
Sum kunnugt, eru tað í dag nógv tól, sum kunnu móttaka útvarp og ella sjónvarp. Tað er tí ein grundleggjandi misskiljing, at skyldan at gjalda Kringvarpsgjald fylgir við tí at tekna eitt internethald. Skyldan at rinda Kringvarpsgjald liggur hjá tí einstaka húskinum, og hevur húskið internetsamband, so hevur húskið eisini sjónvarp og útvarp.
Men einki húski kemur at rinda meira enn í mesta lagi eitt kringvarpsgjald. Soleiðis er tað.