Rætting til blaðgrein um tunell framvið Leirvíks bygd

   

Í Sosialinum síðsta leygardag hevur blaðmaðurin Rúnar Reistrup grein um loysnina við tunnilsgerð framvið Leirvíksbygd, sum loysn uppá ferðsluna til og frá Norðoyartunnlinum.
Blaðmaðurin sigur at málið var skunda ígjøgnum løgtingið, eftir uppskotið frá Vinnunevndini, og tí ikki nóg væl umhugsa - serliga tá talan var um møguleikan hjá Leirvíkar bygdaráð at halda fram við útstykking av byggilendi.
Blaðmaðurin sigur at vinnunevndin gitti og gitti skeivt tá hon vísur á at uppskotið opnar fyri at bygdaráðið aftur kann fara í holt við útstykking, eftir at Landsverkfrøðingurin ikki hevur loyvt hesum í langa tíð. Samtíðis vísir blaðmaðurin í endanum av blaðgreinini til viðtalu við borgarstjóran í Leivík, Sjúrður Eliasen, hvar hann vísir á at bygdaráðið saman við Landsverkfrøðinginum hevur funnið øki innanfyri tunnilsringin har pláss er fyri einum 20 sethúsum.
Tað er ikki rætt tá sagt verður at málið er skunda ígjøgnum løgtingi. Vinnunevndin hevði fund við Leirvíkar bygdaráð og eina privata byggifyritøku, sum er serkøn í tunnilsgerð, umframt landstýrismannin Bjarna Djurholm við fulltrúa og sjálvan landsverkfrøðingin.
Á fundinum við Leirvíkar bygdaráð tann 18/3 í ár møtti borgarstjórin og tríggir bygdaráðslimir, hvar hesir m.a. gjørdu vart við trupuleikan ið at teir høvdu fingið forboð frá landsverkfrøðinginum til at útstykkja til byggigrundir.
Men kundi ein linjuføring fyri tunnil fram við leirvíksbygd fastleggjast so slapp bygdaráðið í gongd aftur við útstykking, helst ikki har í bygdaráðið upprunaliga var byrjað, men aðra staðni har ávirkan av tunnilsgerð ikki var til staðar.
Tað er júst tað ið hent er, sum borgarstjórin eisini vísir á.
Tann 20. marts hevði vinnunevndin innkalla eina privata byggifyritøku. Á hesum fundi var umrøtt linjuføring undir Leirvíksfirði, sum ikki skal komast nærri inn uppá her. Harumframt var umrøtt spurningurin um koyringina millum núverandi Leirvíkstunnil og komandi Norðoyatunnil, har henda fyritøka vísti á at fleiri loysnir kundu hugsast, m.a. ístaðin fyri boraðan tunnil so ein betongtunnil, sum møguliga kundi gravast niður, álíknandi báðum endunum í Vágatunnlinum har betongboylar eru nýttir áðrenn komið er í fast fjall at bora.
Tann 27/3 hevði nevndin fund við Bjarna Djurholm og landsverkfrøðingin har júst trupuleikin við at bora undir byggilendi var umrøddir. Har gjørdi vinnunevndin landsstýrismanninum greitt, at neyðugt var skjótast møguligt at finna eina nøkulunda linjuføring, so Leirvíkar bygdaráð slapp aftur í gongd við útstykking til húsabygging.
Eg havi trupult við at skilja at landsverkfrøðingurin (um hann er rætt endurgivin av blaðmanninum) sigur seg ikki rokna við at løgtingsmenn hugsaðu um avleiðingarnar av tunnilsgerð, tá teir nærum einmælt samtyktu at loysa trupulleikan í Leirvík við tunnilsgerð. Harumframt var eisini á hesum fundi tosað um ristingar og møguligar skaðar, ið spreinging kundu gera á hús, um bygt var áðrenn tunnil var gjørdur, og um møguligar skaðar á tunnil um sprongt var í øki beint uppi yvir einum tunnli, um bygt var eftir at tunnil var gjørdur.
Umframt omanfyrinevnda fundarvirksemi við allar teir í hugsast kundu verða við í avgerðini um linjuføring av tunnli framvið leirvíksbygd, hevði vinnunevndin eisini fund við alt Leirvíkar bygdaráð við skrivara, hetta var tann 3/12 í fjør, tá sama mál var til viðgerðar í løgtinginum, har vinnunevndin frá einum sera positivum bygdaráð, fekk at hoyra teirra hugsan um loysn av ferðsluni um Leirvík til Norðoyggjar. Ein loysn sum eisini kundi fingið tungu ferðsluna til brennistøðina út úr bygdini. Tá fekk vinnunevndin eisini handa notat um ferðsluna í samband við Norðoyatunnilin, gjørt av ferðsluplanleggingar felagnum Rambøll-NYVIG í samstarvi við Leirvíkar kommunu. Hesum kundi blaðmaðurin fingið nógv gott burturúr um áhugi var fyri tí.
Havi trupult við at síggja, hvat blaðmaðurin ætlar við blaðgreinini, tá hann samstundis vísir á at borgarstjórin upplýsir fyri blaðnum, at bygdaráðið og landsverkfrøðingurin hava funnið eina loysn at útstykkja eini 20 grundstykkir. Tað var júst tað sum vinnunevndin vísti á í sínum áliti til løgtingi, so trupult er at síggja, hvat vinnunevndin hevur gitt um og serliga gitt skeivt um. Hevði blaðmaðurin spurt seg fyri hjá onkrum í vinnunevndini, so hevði hann helst komi hartil, at ikki var grundarlag fyri nakrari blaðgrein í heilatikið.