Suðuroyar Ullvirki og Sirri í Vági
Árni Brattaberg
?????????????
Í grein í Dimmalætting leygardagin 24. juli verður í samtalu við Peter Haar skrivað um m.a. ullamóttøkurnar sum eru settar á stovn.
Vit ynskja at partvís rætta og eisini leggja afturat orðaskiftinum.
Tað stendur at lesa, at ullarmóttøkan hevur sum krav, at ullin er skild í litir. Okkara viðmerking er, at ullarmóttøkan fær goldið pening fyri at skilja ullina. Viðmerkjast kann, at ullamóttøkan krevur, at ullin, tá hon verður latin inn er:
?pakkað í sekkir,
?er turr
?er rein, tað merkir at
lortur er tikin frá
Ullarmóttøkan skilar sær rætt til ikki at taka ímóti ull, sum ikki lýkur krøvini.
Ynskiligt hevur verið, at Royndarstøðin ger ein vegleiðandi faldara um, hvussu ullin skal skiljast og handfarast.
Undir seinastu yvirskriftini í greinini - Tó minni slitsterk - verður skrivað »at føroyska ullin ikki er eins slitsterk sum onnur ull«. Ynskiligt hevði verið at fingið at vita, hvaðani hesin pástandurin kemur.
Vit eru sannførd um, at føroyska ullin er meiri slitsterk enn øll onnur ull, orsøkin er einføld tann, at føroyski seyðurin er tillagaður føroyska veðurlagnum. Føroyska ullin hevur brodd og nyðru. Føroyska tógvið, sum vit spinna, er samfingið, og broddurin ger tráðin slitsterkan. Sirri hevur sum vørumerki, at vørurnar eru slitsterkar!
Longri niðri undir somu yvirskrift nevnd omanfyri stendur at lesa, at »føroysku spinnaríini blanda føroyska og útlendska ull saman«. Vit spyrja; hvørji eru hesi spinnaríini? Tíðin er komin til at tora at greiða frá, hvørji spinnaríini eru. Suðuroyar Ullvirki í Vági er einasta ullvirki í land-inum sum spinnur føroyska ull, ullin verður ikki bland-að, og tað hava vit ongantíð gjørt.
Vit vilja gera vart við, at Suðuroyar Ullvirki hevur sum sítt fyrsta boð, at viðskiftafólkini vita hvat tey keypa.
1. Rávøran vit brúka er rein føroysk
2Ullin verður ikki á nakran hátt kemiskt viðgjørd
3. Vit lita ikki tógvið ? harvið hava vit bara reinu náttúrulitirnar, og sum aðalmálið var, verður ikki náttúran dálkað av alskyns kemikalium.
At yvirhalda hesi punktini er ikki lættasta gongda leiðin, tí føroysk ull er tørfør at fáast við. Tað er ikki lætt at spinna fínan tráð sum verður bundin á nýtímans bindimaskinum.
At enda aftur vil endamálið við hesi viðmerking-ini. Vit vildu ynskt, at Royndarstøðin gekk á odda og visti, hvørji viðurskifti eru galdandi í ullaspurning-inum. Í greinini eru beinleiðis skeivleikar. Sam-stundis er ynskiligt við einum opnum orðaskifti um ullarspurningin.