Rættilig uppreisn

-Jú hetta var ein ordilig uppreisn frá seinastu róðri, og tað er fantastiskt, at tað hevur eydnast okkum at gerast føroyameistarar, áðrenn seinasta róðurin á ólavsøku, sigur bátsformaðurin umborð á Sílinum, Arndis Andreasen.
Kvinnumanningin hjá Sílinum hevur verið rættiliga sannførandi í ár, og leygardagin eydnaðist tað kvinnumanningini hjá Havnar Róðrarfelag at gerast føroyameistarar. Sílið hevur vunnið allar róðrarnar í ár uttan róðurin á Fjarðastevnu fyri góðari viku síðan.
- Eftir annað plássið á Fjarðastevnu, vóru vit rættiliga uppsettar at vinna í dag, og alt riggaði hjá okkum í dag, sigur ein ovurfegin Arndis Andreasen.
Hon hevur róð við Sílinum seinastu fýra árini, og hetta er á fyrsta sinni at henni eydnast at gerast føroyameistari. Seinastu tvey árini hevur Sílið mist føroyameistaraheitið á ólavsøku.
Hvør er munur á manningini í ár sammett við undanfarin ár?
-Tú kanst siga, at vit hava lært av mistøkunum hini árini, og vit vita nú, hvat veruliga krevst fyri at gerast føroyameistari. Í ár hava vit eisini vant harðari enn undanfarin ár, og hetta lønar seg aftur í dag, sigur Arndis Andreasen.