Rættast av mær at fara

Í gjár tók landsstýrismaðurin seg úr starvinum sum landsstýrismaður, orsakað av at hann er skuldsettur í revsimáli: ­ Tað er tí rættast av mær at fara frá, meðan kanningar fara fram, sigur John Petersen í tíðindaskrivi

Seinastu dagarnar hevur nógv skriving verið um, at John Petersen, landsstýrismaður, hóast skuldsettur í revsimáli um at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu, ikki fór frá sum landsstýrimaður. Tað hevur John Petersen tikið til eftirtektar, og hevur biðið løgmann um farloyvi, meðan kanningarnar fara fram. Løgmaður tekur yvir málsøkini hjá landsstýrismanninum.

John Petersen, sum eisini var løgtingslimur, hevur biðið varamann sín halda fram í hesum starvi.

Tað var annars mett í farnu í viku, at avgerð skuldi falla um, hvørt landsstýrismaðurin skuldi ákærast, men enn er einki hent í tí málinum.

Jens Severinsen, politiákæri, sigur við Sosialin, at einki er hent í kanningunum, sum kann hava fingið John Petersen at fara frá júst nú. Ákærin heldur,at skrivingin í bløðunum er helst orsøkin.Arbeitt verður við málinum, og Jens Severinsen vónar, at tað verður avgreitt um stutta tíð.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, var burturstaddur í gjar.Høgni Hoydal, varaløgmaður sigur, at John Petersen tók røttu avgerðina at fara frá, meðan kanningarnar fara fram.

­ Tað tekur tíð at avgreiða slíkt mál, og tað er altíð keðiligt at hava slíka skuldseting hangandi á sær. Tað darvar okkum øll í Landsstýrinum, sigur Høgni Hoydal, sum kortini heldur, at løgmaður hevur borið seg rætt at, við ikki at leggja seg út í málið, men læt John Petersen sjálvan um tað.