Rættartrygdin hjá fólki, sum ikki kunnu tosa sína egnu søk

Sum skilst, bíðja vit eftir, at ST sáttmálin um javnrættindi hjá fólki við breki verður staðfestur í Føroyum. Eg havi hoyrt nógv føgur orð í tí sambandinum. Tá nú øll tykjast at vera samd um, at fólk við breki skulu hava javnrættindi, hví ikki byrja við at hyggja at rættarstøðuni hjá teimum, sum almannaverkið varðar av? Í okkara almannaverki eru alt ov nógv dømi um væntandi rættindi hjá fólki við breki, sum ikki eru før fyri at tosa sína egnu søk, t.d. fólk við menningartarni, autismu, og gomul við nógv niðursettum førleika. Hvat meina vit við, tá vit tosa um, at fólk við breki skulu hava somu rættindi sum aðrir borgarir, hvør skal avgera, hvørji rættindi tey skulu hava og hvussu tryggja vit rættindini hjá teimum, sum ikki sjálvi kunnu tosa sína søk?

Fólk, sum ikki kunnu svara fyri seg

Eg eri systir ein við menningartarni og kærdi fyri hálvum øðrum ári síðan Nærverkið, sum varðar av fólki við menningarni, fyri ikki at tryggja, at hansara søk verður talað í einum álvarsligum máli. Nærverkið hevur áhaldandi afturvíst ikki bara mínari kæru og øllum mínum viðmerkingum, tey enntá afturvísa og ignorera viðmerkingarnar frá Javna, felagnum, sum umboðar fólk við menningartarni og okkum avvarðandi. Hvør avger, at hann er rætt umboðaður og skal tað vera eitt mál ímillum Nærverkið og Javna/avvarðandi?

 

Fólk við autismu og Aspergers syndromi verða koyrd úr egnum heimi orsakað av sparingum - ja, tað talar fyri seg!! Endamálið skal eitast at vera sparingar. Øll, sum hava bara eitt sindur av vitan um autismu og Aspergers syndrom og brúkararnar, sum "sparingin" raka í hesum førinum vita, at flytingin kann hava við sær, at tey verða verri fyri, so sparing verður tað neyvan, heldur tvørturímóti.

 

Starvsfólkini

Fólk við menningartarni eru púra prísgivin teimum, sum dagliga eru um tey. Tað er avgerðandi fyri teirra menning og trivnað, at starvsfólkini eru fakliga væl fyri, hava neyðugu menniskjaligu eginleikarnar, kenna teirra brek, persónligu eginleikar, lívssøgu v.m. Har beiggi mín býr, bleiv øll starvsfólkaorkan skift út samstundis, í samband við, at starvsfólkini kærdu leiðaran til Nærverkið. Nøkur av okkum avvarðandi royndu at koma á tal við Nærverkið fyri at fáa tey at forða fyri, at starvsfólkini fóru úr starvi samstundis. Nærverkið afturvísti bæði okkara áheitanum og viðmerkingunum frá Javna. Seinni staðfesti Umboðsmaðurin (LUM), at starvsfólkini høvdu følt seg kroyst at fara úr starvi.

 

Høvdu "okkara" menningartarnaðu kunnað tala fyri seg, høvdu tey heilt víst eisini ynskt, at starvsfólkini blivu verðandi. Júst í starvsfólkamálinum hevur Nærverkið fingið álvarsliga átalu frá LUM fyri handfaringina, síðan tað er einki hent. Eitt dømi um manglandi rættartrygd hjá bæði brúkarum og starvsfólki.

 

Og nú alt snýr seg um sparingar - eg hevði viljað sæð roknistykkið yvir, hvussu nógv kærumálið hjá starvsfólkunum og "mítt" kærumál hava kostað Nærverkinum, starvsfólkunum, okkum avvarðandi, Pedagogfelagnum, LUM og almannaverkinum bæði fíggjarliga og menniskjaligt.

 

Hjálpartól til búfólk á "sambýli" ella "bústovni"

Eitt er, at fólk við breki mangan ikki hava somu rættindi sum fólk uttan brek. Nakað annað er, at mismunur eisini verður gjørdur millum fólk við breki, alt eftir, hvønn "status" tann við breki hevur í almennaverkinum.

 

"Statusurin" er m.a. tengdur at, um ein býr á "sambýli" ella á "bústovni". Búfólk á "sambýli", hava rætt til at fáa persónlig hjálpartóli frá Hjálpartólamiðstøðini (HTM). Búfólk á "bústovnum" hava mangan meira umfatandi brek enn búfólk á "sambýlum" og hava tørv á ymiskum persónligum hjálpartólum fyri at kunna fáa eitt so gott lív sum gjørligt, hóðast brek. Hesi hava tó ikki rætt til persónlig hjálpartól frá HTM, tey skal bústovnurin keypa teimum. Fáir bústovnar hava fíggjarorku til hetta. Mangan mugu hesi búfólk tí sjálvi gjalda fyri hjálpartólini, verða hjálpartólini fyriuttan ella taka til takka við t.d. avløgdum koyristólum, sum ikki passa.

 

Tað er serliga avgerðandi fyri heildarstøðuna hjá fólki við umfatandi kropslig brekum at hava ein koyristól, sum passar til júst teirra tørv. Antin brekið er viðføtt ella ein hevur fingið tað seinni orsakað av elli ella sjúku, er mangan, at ein ikki sjálvur megnar at lýsa sína støðu og krevja sín rætt. Hvør tosar teirra søk?

 

Ert tú uttanlanda til uppvenjingar, kemur meira enn so fyri, at tú fært játtað hjálpartól frá HTM, sum útlendska uppvenjingarstaðið mælir til. Tá tú kemur aftur til Føroyar og møguliga heldur fram við uppvenjingini á føroyskum sjúkrahúsi og meting verður gjørd har um fleiri hjálpartól, hevur tú ikki rætt til at fáa tey frá HTM. Kanska tú ert heppin at sleppa av aftur landinum til uppvenjingar, tá fært tú aftur rætt til hjálpartólið. Skil tað hvør skilja vil ...

 

Lógarverk ella hugburður?

Jú, her eru nógvar andsagnir. Vit, sum í okkara arbeiði aftur og aftur síggja óhepnu avleiðingarnar fyri borgararnar, hava ilt við at góðtaka, at tín "status" sum borgari í almennu skipanini skal avgera, hvørja atgongd tú hevur til persónlig hjálpartól, sum kompensera fyri títt brek.

 

Er verðandi lógarverk orsøkin til hesar mismunir og um so er, avspeglar tað hugburðin hjá teimum, sum gera lógirnar? Og um ikki sjálvar lógirnar, men hugburðurin hjá teimum, sum umsita lógirnar, eru orsøkin til mismunin - skulu vit so framhaldandi góðtaka, at rættindini hjá borgarum, sum ikki kunnu tosa sína egnu søk, líka so nógv eru treytað av hugburðinum hjá skipanunum, sum varða av økinum, sum av lógarverkinum? Eg haldi ikki!