Rættarskipanarnevndin av ongum

Eitt tað fyrsta, Kári P. Højgaard ger sum landsstýrismaður, er at stegða at seta samtyktu rættarskipanarnevndini

Tað stóðst nógv kjak í Løgtinginum mikudagin, tá eitt uppskot hjá Kára P. Højgaard um ikki at seta eina rættarskipanarnevnd, nakað, sum Løgtingið annars hevði samtykt.
Orsøkin til, at eingin rættarskipanarnevnd verður vald á hesum sinni er, at landsstýrið skal spara, og Kári P. Højgaard finnur ikki tær 1,7 milliónirnar innan fyri sínar fíggjarkarmar, sum ein rættarskipanarnevnd kostar.
Hetta helt serliga Bjørt Samuelsen var ein undanførsla, tí sambært henni var ikki neyðugt við so nógvum pengum. Hon helt hinvegin, at 400.000 krónur var nóg mikið, og um vilji var til staðar átti at borið til at funnið hendan pening innan karmarnar hjá Innlendismálaráðnum.
Kári P. Højgaard vísti á, at talan er um eitt stórt og umfatandi arbeiði, tí øll revsilógin skal gjøgnumgangast og lagast til føroysk viðurskifti.
Hann lovaði tó, at arbeitt verður víðsri við málinum innan fyri orkuna hjá Innlendismálaráðnum.
Landsstýrismaðurin fekk hjálp frá óvæntaðari síðu, tá Gerharg Lognberg úr Javnaðarflokkinum vardi avgerðina.
Løgtingsmaðrin úr Skopun helt, at hetta arbeiðið var so mikið umfatandi, at tað kom bæði at kosta nógvar pengar og taka langa tíð.
Bjørt Samuelsen helt hinvegin upp á sítt, og tað tóktist henni margháttligt, at tað júst skjuldi verða á hesum øki, at landsstýrismaðurin valdi at spara, tí tað var hann sjálvur, sum bæði einsamallur og saman við øðrum hevði lagt uppskot fyri tingið um at seta eina rættanarskipanarnevnd.
Sambært uppskotinum skuldi talan vera um eina stóra nevnd við 12 limum. Nevndin skuldi gjøgnumanga tær fleiri enn túsund paragraffirnar í revsilógini og laga tær til føroysk viðurskifti, so einki er at ivast í, at talan er um drúgt arbeiði.
Nær setan av einari rættarskipanarnevnd aftur kemur á breddan er ikki greitt í løtuni, men tað sigur seg sjálvt, at tað kemur at taka langa tíð, skal ein einsamallur juristur í Innlendismálaráðnum gera tað arbeiðið, sum ætlað var 12 persónum.