Rættarmál: Noktar at hava skotið eftir manninum

Rættarmálið móti manninum, sum í mai í fjør stakk Finn Ougaard, varafúta, í lærið, hevur verið fyri í rættinum í allan dag og heldur fram í morgin.

Maðurin er eisini skulsettur fyri brot á vápnalógina og fyri í februar 2009 at hava hótt ein mann og latið trý skot við Váðastein, har hin maðurin var umborð.

Tann ákærdi maðurin noktar, at hann skeyt móti hinum manninum. Hann hevði skotið fram við skipinum og út á sjógv fyri at ávara hann. Ávaringin gekk út uppá, at hin hevði verið so ljótur móti eini kvinnu, og hann vildi hava hendan mannin at halda seg burtur frá henni.

Hendingina við tá ið hann stakk varafútan í lærið viðgekk hann til fulnar, men hann hevði ikki ætlað at sungið hann so illa.

Orsøkin til, at hann fór eftir varafútanum var tann einfalda, at hann ætlaði at melda Almannastovuna, men eingin vildi lurta eftir honum. Onkur hevði sagt honum, at hann kundi fara til varafútan. Men tá ið hann skilti, at varafútin heldur ikki vildi lurta, vildi hann geva honum eina ávaring.

Ákærin vildi fegin vita, hví hann var so argur inn á Almannastovuna, men tað vildi hann ikki útgreina nærri. Hann segði bara, at hann hevði ætlað at meldað Almannastovuna fyri forsømilsi.

Fyrrapartin varð maðurin umborð á Váðasteini avhoyrdur sum vitni. Hann hevði ilt við at minnast aftur til hendingina.

Eftir døgurðasteðgin varð Finn Ougaard avhoyrdur sum vitni, og onnur vitni skuldu eisini hoyrast.