Løgreglan boðar nú frá, at rættarlæknaliga kanning av tí deyða manninum á Tinghúsvøllinum verður gjørd á Landssjúkrahúsinum í morgin fyri at staðfesta orsøkina.
Ein rættarlækni og tveir kriminalteknikarar úr Danmark koma til Føroyar í morgin at gera kanningina saman við løgregluni í Føroyum, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini.
Hann sigur, at tey avvarðandi nú eru kunnað um deyðsfallið.
Talan er um ein 49-ára gamlan føroying. Løgreglan ger í løtuni kanningar og avhoyringar í málinum. Tá ið nærri upplýsingar eru í málinum, verður eitt nýtt pressuskriv sent út, sigur Bregleif Brimvík í tíðindaskrivi.









