Rættarhjálpin vitjar í Suðuroynni

Komandi fríggjadag hevur hevur Rættarhjálp Føroya opið fyri ráðgeving í hølunum hjá Brúkaraumboðsmanninum í Vági Við í Vági verða tríggir ráðgevar, soleiðis at stundir eru til at veita ráðgeving til flest møgulig viðskiftafólk. Tó verður sagt, at tey, sum hava bílagt tíð frammanundan, verða tikin framum.

Rættarhjálpin varð stovnað 1996 av sjálvbodnum juristum. Endamálið er at veita einstaklingum ókeypis løgfrøðisliga hjálp og rágeving til tess at tryggja teirra rættindi. Øll kunnu venda sær til rættarhjálpina, men víðkað hjálp verður veitt teimum, ið eru ringast fyri fíggjarliga.

Raksturin av skrivstovuni verður fíggjaður við almennum studningi, men Rættarhjálp Føroya er ein sjálvsognarstovnur, sum er óheftur av almennum myndugleikum og privatum áhugamálum.

Rættarhjálp Føroya er mannað av juristum, ið dagliga starvast bæði innan tað almenna, hjá privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum. Allir spurningar verða viðgjørdir í trúnaði, og rágevararnir hava tagnarskyldu.