Rætt mær norðurljósini!

? Fundir á nýggju Bryggjuni

"Tú sum hevur heim títt
á eini oyggj í hjartanum
og himmalrúmsins víddir
sum gongubreyt undir tínum fóti (?)"

Einar Már Gudmundsson
frá yrking kallað "Nordlýsi í Tórshavn"
???????????????????????????????


Í vikuskiftinum herfyri vóru fundir bæði um Norðurlensk mál og bókmentir á nýggju Norðuratlants Bryggjuni ? Norðurbryggjuni. Henda stevna kallaðist "Nordiske sprog- og litteraturdage". Við vóru mál og bókmentagranskarar, høvundar frá Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Úr Føroyum vóru komin Oddvør Johansen og frá Universitetinum í Keypmannahavn deildini fyri Arnamagneanskt tosaði Jógvan Isaksen. Úr Grønlandi tosaði bert hin ungi yrkjarin Kelly Berthelsen og ein danskur granskari helt røðuna um grønlendska mentan og bókmentir í dag.
Heili 10.000 fólk høvdu funnið sær vegin út á Bryggjuna hetta vikuskiftið sigst til eina fjølbroytta skrá á Norðurbryggjuna, sum framum at húsa ambassadum og viðskiftastovum fyri tey trý londini, eisini er eitt nýtt mentanarhús og sentur fyri vinnulív og gransking. Mánadagin eftir lat so matstovan Noma upp fyri almenninginum við kenda kokkinum Claus Mayer sum kokki.
Hvussu hetta hús ætlar at blanda seg innan gransking veit eg ikki heilt, men her eru góð høli til at halda smáar og stórar ráðstevnur og tey bjóða í einum faldara fólki at skipa fyri kjakið um aktuel evni.
Vigdís Finnbogadóttir stovnurin
Hesa ráðstevnuna hevði ein stovnur kallaður "Vigdís Finnbogadóttir Instituttet for Fremmedsprog" við Universitetið í Íslandi. Fyrrra dagin varð tosað um mál, har vóru fólk sum Jørn Lund, Pia Jarvard, sum tosaðu um málpolitik í Norðurlensku londunum. Seinna dagin vóru Norðurlenskar bókmentir á skránni
Um Einar Már Gudmundsson
Fyrsti talarin var hin kendi kritikarin í Danmark Erik Skyum-Nielsen, ið hevur týtt hópin av íslenskum bókum til danskt. Serligani er hann kendur fyri at týða Einar Már Gudmundsson til danskt. Gudmundsson hevur skrivað søguna hjá undirstættini í Norðanlondum, við at taka støði í egnari familju. Hann vil sum frásøgumaðurin í "Drømme på jorden" "give tausheden mæle". Tað er ein dupultur tráður av hugflogi, saga og modernaðum heimstaðarforteljara, í stíl við William Heinesen, ið vit møta í vøkru bókunum hjá hesum óvanligani gávaða høvundinum. Mest av øllum eru bøkur sum "Vingeslag i tagrenden", "Regndråbernes epilog", "Drømme på jorden", "Universets engle", "Fodspor på himlen" og yrkingarsøvn sum "Orkanens øje" og stuttsøgusøvn sum "Måske er posten sulten" merktar av humor og djúpari melankoli. Tað eru altíð djúpt tragiskar søgur, men altíð settar fram við humor og ikki minst og mest umráðandi av øllum, man kann merkja at Einar Már elskar hesar ørvitisknokkar og megalomanu tankans Djengis Kahnar, sum tó mest endaðu við at koyra taxa í Reykjavík.
Erik Skyum-Nielsen tosaði um eina Vestnordiska traditión innan skaldskap og forteljing, har tað munnliga er nærverandi.
Grønland eitt land ávegis
Fyri Grønland kom yrkjarin Kelly Berthelsen, ið hevði onkrar stuttligar yrkingar, m.a. tá fólk tosaðu fyrr um "tey villu", um grønlendingar sum villar, tá hevði hann hug at tosa um hini sum "tamd", sum tamar hundar. Annars var hesin yrkjarin ikki serligani búgvin í myndamáli og legði fram í einum nærum ómodernaðum stíli, ið kundi tykjast naivur.
Annaðleiðis generaliserandi var Kirsten Thisted frá Institut for Minoritetsforskning á Københavns Universitet. Hon hevur arbeitt við grønlenskum. Hon tók til, at Grønland í dag er eitt land sum er mitt í einari ógvusligari tjóðarbygging. Hon læs ymiskt upp um hetta, har grønlenskir høvundar hava fyrihildið seg til hetta rák. Serligani áhugaverdur er Ole Korneliussen, sum tosaði um at spreingja allar røtur til forfedrar og vildi skapa ein persónligan samleika heldur enn hin grønlenska felagssamleikan. Fara vit til modernitetsgransking og modernaða sosiologi síggja vit t.d. hjá Anthony Giddens, at munurin á einum siðbundnum samfelag sum grønlenska fangarasamfelagnum, sum skjótt er horvið, og einum modernaðum samfelag, mest av øllum er hesin sum Korneliussen skrivar um, at upprunafólk siga "vit", meðan modernaði fólk siga "eg". Hesin modernaði grønlenski útisetayrkjarin hevur fingið eina frástøðu til tað grønlenska sum oftani bert útisetar kunnu fáa. Hann vil gera av við fortíðar- og forfedradyrkan. Her síggja vit ta sentralu konfliktina í Grønlenska samfelagnum í dag, hana millum modernitet og gamla samfelagið. Korneliussen vil hava modernitet og spreingja forfedradyrkanina og allar røtur við dynamitti.
Hjá høvundum sum Hans Anthon Lynge møta vit tó einum nógv meiri pro-grønlenskum lyndi.
Føroyingar tosa uttan íhald
Jógvan Isaksen tosaði um føroyskar bókmentir sæddar við postkolonialistiskum brillum, her serligani um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen. Postkolonialisma er eitt hitt nýggjasta ástøði innan bókmenta og mentanargransking. Sjálvt ástøði er runnið av rótini innan poststrukturalismuna (Foucault) og arbeiðir ofta við at endurtulka bókmentir og bókmentasøguna, her serliga bókmentir sum viðgera viðurskifti millum fyrrverandi hjálond og fyrrverandi hjálandaveldi.
Serligani kendur er Edward W. Said fyri at skriva um, hvussu vesturheimurin kom at lýsa viðurskifti í Miðeystri, sum eykent av eini "orientalismu", ið er ein avlagaður og avskeplaður háttur at seta viðurskifti fram, eyðkent av einari serligari snerkjan ella eini hálovan av onkrum mystiskum, har sannleikan verður rangtulkaður. Vit merkja hetta mangan eisini, har útlendingar sum t.d. kendi sjónvarpsmaðurin Søren Ryge Petersen bert hevur áhuga í brimi, fuglum, bjørgum og einum útvaldum parti av føroyska veruleikanum, sum hann kann gloypa um við sínum romantiska hjarta. Ryge Petersen hevur ongan áhuga í at fara í Tórshøll ella Tórsvøll, í SMS, á ein dagstovn ella á eina føroyska stongda deild fyri sinnissjúk. Sosiali veruleikin í dag hevur lítlan og ongan áhuga fyri slík fólk. Eg havi sjálvur møtt fólki á Ráðstevnum í USA og í Europa, sum í den grad folklorisera og romantisera Føroyar og Ísland sum ein "reinan" (rasureinan) upprunaligan og mergjaðan heim av bardum, skjoldmøer og víkingaroksi. Eg kann ikki taka slíkt í álvara, eins lítið sum ávísir órúmligir málsligir føroyskir fanatikarar romantisera og hava "enduruppfunnið" sær eitt "Ultima Thule", ið er tankin um málsliga Kánanslandið Ísland. Hesi hava heldur ongan áhuga í modernaðari íslenskari mentan við punkrokki, amerikanisering, sushibarrum, náttarlívið og teim lívligu íslendingunum, sum mær dámar so væl at tosa við. Liminir í hesum felaginum av "íslandistum" vilja bert hoyra um sagnir og ævintýr, um Grettir og Eirik Skallagrímsson, meðan moderniteturin í Íslandi, hann eg havi møtt, fer brølandi kring um hvørt tað einasta gøtuhorn í hesum landinum í dag. Tað er hetta vit føroyingar eiga at læra av og ikki sita føst í fonnum sum nøkur nationalromantisk hým og dyrka fortíðina.
Postkoloniala ástøði kann minna um ideologikritiskar leiðir sum feminismuna og marxismuna, men her í eini postmodernaðari útgávu og tí kemur henda leiðin mangan at gerðast alt ov uttanvelta í mun til listaliga góðsku (retorik og tulking) t.d., har bókmentir gerast ein lítil partur av bókmentasøguni, meðani kolonial søga yvirtekur pallin.
Jógvan Isaksen legði fyri við at sitera Elisabeth Taylor sum ferðaðist í Føroyum í 1890inum, sum tók til, at hon hevði ongantíð hoyrt fólk sum tosaðu so nógv sum føroyingar. Hetta punkterar kanska okkara sjálvsmynd um at eldru føroyingarnir vóru tigandi fólk. Jógvan tók samanum hvussu føroysk mentan var ávirka av Vedelsa vísubok, av Kingo og spurdi hvar eru føroysku sálmayrkjarnir? Hann tók leiðina frá Debes via Svabo til romantikkin og Svend Grundtvig. Og legði so at knýta saman millum hesa føroysku miðøld og William Heinesen og tvørleikarnar hjá hesum at skriva á donskum. Um hví William ikki vildi innstillast til Nobel. Og tá hann fekk Norðurlandavirðislønina í 1965, men var noyddur at deila hana, skrivaði hann til eina av teim, ið hevði lova honum hana "Jeg takker dig af mit halve hjerte". Jógvan kemur eisini granska serliga málsliga búnan hjá William.
Jógvan hevði eisini ein góðan sans fyri at Føroyur við at fara frá einum feudalum bóndasamfelagi loyp modernitetin nærum um, sum endaði við at vit ikki fingu eina yvirgongd, ið førdi til konservatismu og radikalar og víðgongda hugsan.
Ísland er málsligani uttanfyri
Eitt stórt problem hendan dagin var, at íslensku granskarnir vóru noyddir at tosa danskt, ið teir duga so illani, at tað er nærum ógjørligt at skilja, hvat teir siga. Danmark er fyri Ísland eitt land og eitt mál man hevur fortrongt og tí ikki lærir í álvara. Íslenskir granskarar lesa oftani heilar útbúgvingar í USA, ið bert er gott, hetta ger tó eisini, at hesi ikki til endans duga at føra eina fornuftiga framløgu á donskum ella øðrum norðurlenskum málum. Tað er píniligt at hoyra fólk standa og feilúttala alt og leggja øll trýst í málinum ravruskandi skeivt, soleiðis at danska málið verður bronglað til ókenniligheit. Eingin somaliari ella pakistanari í Danmark í dag tosar so pínligani elendugt danskt sum íslendingar, teir duga yvirhøvur ikki danskt, stutt sagt. Eg kann heldur ikki siga við meg sjálvan, at eg dugi italienskt tí eg dugi eini 25 orð og eini fýra fastar vendingar. Lurtarin missur tráðin beinanvegin og hetta hendur við teim íslensku yrkjarunum. Globaliseringin hevur gjørt, at vit eru noydd at samskifta við íslendingar á enskum og ikki billa okkum inn, at man kann føra eina áhugaverda samrøðu innan vísindi við fólkum, sum eru málsliga uttan førleikar og tí púra brekað.
Betri gekk tá Einar Már Gudmundsson, ið hevur búð niðri, kom fram á pall at lesa yrkingar og eitt brot úr nýggju bókini "Navnløse veje" frá 2003. Bókina vil eg viðmæla, hon rættuligani góð. Einar Már er ein stórur entertainari og tikin úr leikum sum upplesari.