TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina longru samrøðu Rás2 hevði við Kjartan Johansen fyrr í dag.
Kjartan Johansen spælir við Fyllingen Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini. Kjartan Johansen er tað ein nevnir ein hálvprofessionellur hondbóltsspælari. Hann arbeiðir hálva tíð við síðunnar av hondbóltinum.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í evropeisku Challenge Cup kappingini, men í heimligu kappingini hevur gingið misjavnt.
Heima hevur gingið væl við trimum sigrum og einum javnleiki í fýra dystum. Á útivølli er eitt stig komið til høldar í seks útidystum. Kjartan Johansen dugir ikki at forklára hví tað gongur so misjavnt á heimavølli og á útivølli, men hann slær fast, at teir hava verið sera motiveraðir til útidystirnar.
Kjartan Johansen staðfestir eina menning frá tí hann byrjaði hetta kappingarárið. Støðugt fær hann meiri spælitíð, og hann heldur, at hann nærkast byrjanaruppstillingini hjá Fyllingen Bergen.
Kjartan Johansen greiðir frá, at hann hevur verið noyddur at betra um likamligu styrkina fyri at standa seg betur í verjuspælinum. Kjartan Johansen slær avgjørdur fast, at tað var ein røtt avgerð hjá honum at fara til Fyllingen at spæla hondbólt.
Menniskjaliga trívist Kjartan Johansen væl í Bergen, har hann býr saman við tveimum liðfeløgum. Seinasti dysturin áðrenn vetrarsteðgin verður mikukvøldið 20. desember, og vónar Kjartan at kunna halda jól og nýggjár heima á Strondum.