Avgerðin hjá leikstjóranum Matthew Hobbs at gera ein film um gíslatøkuna í skúlanum í russiska býnum Beslan hevur møtt harðari mótstøðu, tí fleiri halda, at tað er ikki rætt at gera filmin minni enn tvey ár eftir tann syrgiliga tilburðin. Hann eigur at bíða til seinni, siga tey atfinningarsomu.
Men tað heldur Matthew Hobbs ikki. Hann viðgongur, at hann drálaði leingi við at fara undir ætlanina, hann heldur kortini, at bæði almenningurin og fjølmiðlarnir fara at góðtaka filmin, tí sum leikstjóri hevur hann lagt dent á at handfara evnið við kenslu og virðing, sigur hann.
Tað var tann 1. september í 2004, at vápnaðir yvirgangsmenn tóku fleiri hundrað børn, foreldur og lærarar gíslar í einum skúla í Beslan. Russiski herurin gjørdi av at leypa á, og úrslitið varð, at 344 fólk doyðu. Av teimum vóru 186 børn. Herfyri bleiv tann einasti yvirgangsmaðurin, sum slapp frá álopinum á lívi, dømdur lívlanga fongsulsrevsing.