Fyri mongu sangleikirnar gjøgnum árini hevur Rútmiska kórið í Hoydølum fingið Herðaklappið á Planet Awards. Grundgevingarnar fyri at lata Herðaklappið til tey, eru hesar: Herðaklappið verður í ár latið fleiri persónum, sum síðani 1997 hava gjørt eitt óalmindiliga stórt arbeiði, sum alt Føroya fólk hevur havt frægd av.
Við teirra ágrýtni og nærlagdni hava tey gjørt visjónir til veruleika.
Tey hava torað og sæð møguleikar heldur enn forðingar.
Støðugt eru tey gingin nýggjar leiðir, og støðugt hava tey tikið okkum á bóli við teirra evnum at samskipa og fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind.
Tey hava sett sær hægri og hægri mál, og hava fingið ungdómar úr øllum landinum við ymsum listarligum gávum við í verkætlaninar, sum hava verið listarliga meiri og meiri krevjandi. Men úrslitið hevur hvørja ferð verið framúrskarandi.
Síðani fyrstu stóru verkætlanina í 1997, tá sangleikurin Skeyk varð settur upp, hava tey annaðhvørt ár sett sangleik upp. Higartil hava leikirnir verið Godspell, Jósef og dreymakotið, Fame, Hair og í ár var tað Jesus Christ Superstar.
Við tónleiki, solosangi, kórsangi, dansi og leiklist eru tað ótrúliga nógvir træðrir, sum at enda fullgera stóru myndina, sum sangleikirnir hava verið. Tey hava eisini dugað væl at samstarvað við aðrar miðnámsskúlar, soleiðis, at leikararnir hava verið úr øllum landinum og úr fleiri skúlum.
Fólkini handan leikirnar hava av sínum eintingum ríkað føroyska mentanarlívið, og tað eiga tey stóra tøkk uppiborna fyri.
Tí fer herðaklappið 2010 til Rútmiska kórið í Hoydølum, sum í 13 ár hevur verið primusmotor handan hesar fantastisku sangleikirnar.