Ráðstevna um sálarsjúku

SÁLARRØKT: Í døgunum 30. august til 1. september er norðurlendsk ráðstevna um sálarsjúku í Norðurlandahúsinum. 400 luttakarar eru úr øllum Norðurlondum

 

Í næstum verður stór ráðstevna hildin í Norðurlahdahúsinum, nevnd »Familjan ? ein møguleiki ella ein forðan«.

Tað eru Føroyskar Psykiatriskar Sjúkrasystrar, FPS, sum skipa fyri ráðstevnuni. Eini 400 fólk verið við, og eru tey psykiatriskar sjúkrasystrar og onnur fakfólk, ið eru knýtt at psykiatriini í øllum norðurlondum.

Ráðstevnan verður hildin annaðhvørt ár, og norðurlondini skiftast um at skipa fyri.

? At ráðstevnan í ár verður hildin í Føroyum, sama ár sum WHO hevur útnevnt sum Altjóða Sálarheilsuár, gevur okkum enn einaferð møguleika at seta ljóst á umstøðurnar hjá teimum sálarliga sjúku,s igur Jóhanna Andreasen, forkvinna í FPS.

Sum heitið á ráðstevnuni í ár ber boð um, verður dentur lagdur á at lýsa viðurskiftini hjá familjuni hjá tí sálarliga sjúka ? familjuni, sum higartil ikki hevur verið tikin við í nóg stóran mun.

Endamálið hjá FPS við at lýsa júst hesi viðurskifti er m. a. at fremja fatan og viðurkenning av hesum bólki í samfelagnum.