Fiskatilfeingið undir Føroyum er ogn Føroya fólks, og enn hevur Løgtingið ræðisrættin yvir tí. Men skulu vit øll framvegis eiga fiskin í felag, ella skulu vit lata privatum framíhjárætt? Hetta eru spurningar, sum skulu svarast, áðrenn løgtingið fer at gera av, hvussu brúksrættindini til fólksins ogn skulu latast, siga Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum skipa fyri ráðstevnu um evnið í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 13:00.
Flokkarnir siga, at teir vilja lýsa hugtakið tjóðarogn og ræðisrættindi fyri at gera øllum greitt, hvat hendir, um tað skuldi hent, at løgtingið avhendir fólksins ogn og rættindi til nøkur fá. Tí um tað hendir, missir løgtingið og Føroya fólk ræðisrættin yvir føroyska fiskatilfeinginum og tá vendist ikki aftur, siga teir tríggir andstøðuflokkarnir.
Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava í felag sett hugtakið á dagsskránna, tí hóast ósamd um mangt, eru tey púra samd um, at fiskatilfeingið í Føroyum er ogn Føroya fólks. Soleiðis skal eisini verða framyvir, hóast kreftir rógva upp undir, at tær hava ávís ræðisrættindi, siga flokkarnir.
Talan er um ovurhonds stór virði - hjá okkum øllum - ella nøkrum fáum. Um Føroya Løgting tekur skeiva avgerð, stendur hvør einstakur av okkum, verandi og komandi ættarlið, til at missa sjálvt tilverugrundarlagið.
Til at lýsa hugtakið tjóðarogn og ræðisrættindi, skipa flokkarnir fyri hesi ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag, og tey siga seg hava fingið millum mest virdu fólk innan økið at lýsa málið við ítøkiligum dømum og royndum. Ráðstevnan er almenn og verður skipað við fyrilestrum umframt spurningum frá áhoyrarum.
Ásmundur Guðjónsson: Føroyska tilfeingismálið í norðurlendskum høpi
Jørgen Birk Mortensen: Aftaler og beskatning af den danske olie og gas i Nordsøen
Kári Petersen: Føroyskar royndir við ymsum loyvisskipanum í fiskivinnuni
Ola Flåten: Bærekraftige fiskerier om økonomi, miljø og fordeling
Thorvaldur Gylfason: Common property resources are human rights
Samandráttur









