Ráðstevna góð fyri oljuleiting við Føroyar

-Vit fingu so nógva spennandi og nýggja vitan á oljuráðstevnuni herfyri, at hetta kann skunda munandi undir oljuleiting á landgrunninum heldur Heri Ziska, ein av okkara fremstu serfrøðingum, tá tað um undirgrundina ræður

Heri Ziska var ein av oddamonnunum aftanfyri stóru oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum herfyri. Hann er ein av okkara fremstu serfrøðingum, tá tað um føroysku undirgrundina ræður. Tað var heldur einki minni enn eitt bragd, at hann saman við øðrum góðum fólkum hjá Jarðfeingi megnaði at fáa nærum 100 útlendskar serfrøðingar og granskarar til Føroya, nú spennandi boring fer fram her.

Og tað er ein fegin Heri Ziska, sum nú eftir ráðstevnuna hyggur fram í tíðina. Hann situr framvegis og tyggir uppá tey mongu áhugaverdu innleggini, sum vórðu hildin á ráðstevnuni. Hetta rigggaði sera væl við nógvum spennandi fyrilestrum, og so kom eisini nógv nýggj vitan fram. Hetta er sera gott fyri tað føroyska økið sigur Heri, sum heldur,at ikki minst fyrilesturin um Rosebankfundið hinumegin markið var sera áhugaverdur. tí tað er nústaðni nú, at fólk hava fingið at vita, at tað er ikki oman á ella undir basaltinum, at olja og gass eru funnin. Tað er harafturímóti inni í sjálvum basaltinum.

-Vit á Jarðfeingi eru so eisini farin at hyggja eftir hesi vitan, sum ger okkara øki uppaftur meira áhugavert. Vanliga koma sedimentini okkara megin frá einum basaltumráði, og tí hava vit higartil ikki hildið, at tey eru serliga góð. Nýggja vitanin merkir, at tey eru nóg góð til, at vit saktans kunnu brúka tey til reservoir. Tvs. at vit fáa nú møguleika at leita eftir olju í væl yngri fláum, enn vit fyrr hava gjørt. Har man fyri hevur sagt, at har basaltið kom, var einki at fara eftir, síggja vit nú, at har kann vera nakað at fara eftir.

Grønland og Føroyar
Fleiri av fyrilestrarhaldarunum tosaðu um jarðfrøðiliga sambandið millum Føroyar og Grønland í gamlari tíð. At Grønland og Føroyar hava ligið tættari saman hevur verið mett sum ein fyrimunur fyri at finna olju her hjá okkum. Seinastu kanningarnar eru uppaftur meira bjartskygdar hesum viðvíkjandi, tí nú vísir tað seg, at sediment frá Grønlandi finnast í føroyskum øki langt upp í tíðina. Tað vísir seg, at sediment eru komin úr Grønlandi líka til og við ta síðstu fasuna av vulkanismu í Føroyum, so vit hava fingið longt tíðina, har vit kunnu fáa góð sediment norðanífrá eisini langt upp í tíðina sigur Heri Ziska. Hetta eru týðandi fyritreytir fyri at finna olju um okkara leiðir.

Heri Ziska sigur, at tess meira vit fáa at vita um basaltið og tað, sum undir basaltinum, tess størri møguleikar eru fyri, at okkara økið er áhugavert. Alt tað, sum man fyrr helt ikki bar til orsakað av basaltinum, tá ber kanska til kortini. Tí blívur føroyska økið meira og meira spennandi. Basaltið er ikki ein so negativur faktorur longur, sum tað hevur verið.

-Hvat var fyri teg mest hugvekjandi á ráðstevnuni?

-Tað var, at fólk byrja at síggja, at tað føroyska økið, tvs. strukturar og skap, er nokkso gamalt. Tað hevur sera stóra ávirkan á, hvar tú hevur sediment og hvar tú kanst hava reservoir. Hetta var nakað av tí, sum eg sjálvur legði fram á ráðstevnuni og áhugavert var at fáa tað váttað av øðrum eisini. Hetta er so eisini nakað, sum gongur beint ímóti tí, sum sum tú lesir í litteraturinum, so her er við at koma vend í, tíbetur. Og tað hevur nógv at siga fyri okkum.

Avleiðingin er nú tann, at nógv fara heim aftur og hugsa umaftur um alt hetta. Taka ta vitan tey hava fingið her til sín og byggja hana út. Vit hava fingið útvekslað vitan uppá einar tveir dagar, sum tað kanska vanliga tekur upp til 5 ár at fáa útvekslað. Tvs. at vit nú eru har vit kanska kundu verið um fleiri ár. Nú fáa vit tað út, meðan alt er spennandi í mun til sjálva oljuleitingina.