Ræðst ikki tungutalu - Steinbjørn!

Jenis av Rana


Lat meg sleppa at berjast - soleiðis ljóðar yvirskriftin til hugleiðingar, sum skyld­maðurin og rithøvundin Stein­bjørn B. Jacobsen ber fram í Dimmu leyg­ar­dag­in. Har viðger hann m. a. ym­iskar støðutakanir til homo­­sexualitet, Bíbliulesan og tung­u­talu.
Millum annað nevnur hann bíbliukøn fólk, ið meta, at Bíblian ongantíð skuldi verið deild sundur í vers - og síðani viðger hann tungutalu. Hann greiðir frá lestri sínum av fyrra Korintbrævi kap. 14., og bráddliga velur høv­undin eitt ørindi burturúr mong­um, ið Paulus skrivar um hesa náðigávu Andans. Orðarætt skrivar hann:
& jú, Paulus umtalar sanni­­liga tungutalu, hann for­døm­ir tað ikki, helst tí at fleiri í Korint brúktu henda sið í teirra heidnu guds­dyrk­an, men hann sigur eis­ini í sama brævi, at hann heldur vil tala fimm orð við skili sínum enn tíggju túsund orð í tungu.
Lat niðurstøða Steinbjørns um heidnu guðsdyrkan Korint­­manna fara, men fyri rætt­leikans skuld loyvi eg mær at endurgeva onnur ør­indi úr sama kapitli, sum vísa okkum greiðu hugsan Paulusar um tungutalu og hvønn týdning hendan hevði fyri hann. Vit lesa:
& tann, sum talar í tung­um, uppbyggir seg sjálvan..
& eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum, men fyrr, at tit profeteraðu.
& eg takki Gudi - eg tali meiri í tungum enn tit allir..
& tá ið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungu­talu, útlegging - latið alt vera til uppbygging!
& nú, brøður mínir, tráið tá eftir at profetera, og forðið ongum at tala í tungum!

Lat meg bert leggja afturat, at ikki bert eg, men óivað øll, sum kenna til at tala í tungum, munnu skilja, hví Paulus takkar Gudi fyri, at honum untist at tosa meira í tungum enn teir allir.

p.s.
Til umhugsunnar viðvíkjandi tí at taka einstøk ørindi burt­ur úr heildini. Tá Jesus í synagoguni í Nazaret endur­gav úr bók Esajasar kap. 61, tá steðgaði Meistarin mitt í ørindi 2!, legði bókina saman og flutti fram røðu sína.