Fuglakrím
- Ræðslan, sum hevur tikið seg upp fyri fuglakrími seinastu tíðina, er heilt burtur úr vón og viti.
Tað heldur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur í Nólsoy.
Hann leggur dent á, at hann hevur onga útbúgving í djórasjúkum og hann hevur heldur onga formliga útbúgving sum fuglafrøðingur.
Men hann hevur fingist við fugl ein stóran part av lívinum og er alment viðurkendur sum serfrøðingur í fuglum.
Í morgin skal hann eisini á fund við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at greiða frá um, hvussu flytifuglur fuglur ferðast ímillum Føroyar og umheimin.
Men útfrá teirri vitan, hann hevur ognað sær ígjøgnum árini, hevur eisini eina greiða meining um tað ræðslu, sum hevur tikið seg upp í øllum heiminum og eisini í Føroyum, fyri fuglakrími.
Og hann heldur, at óttin fyri sjúkuni er farin út um alt mark.
- Tað er ongin sum veit, hvussu umfatandi fuglakrím hevur verið og er. Støðan er bara tann, at nú verða deyðir fuglar kannaðir.
- Men tað er ongin, sum veit, hvussu umfatandi fuglakrím hevur verið frammanundan av teirri einfaldu orsøkin, at ongin hevur kannað fugl fyri fuglakrím fyrr.
Tí heldur hann, at tað byggir ikki á nakra sum helst sakliga grundgeving fyri at siga, at nú er fuglakrím komið til Týsklands.
- Ongin veit um Fuglakrím hevur verið í Týsklandi fyrr og ongin veit heldur, hvussu vanligt, fuglakrím hevur verið fyrr. Og tað er av teirri heilt einføldu orsøk, at ongin hevur kannað fugl fyri fuglakrím fyrr.
- Nú eru tað nakrir deyðir villsvanir, sum eru kannaðir, men teir eru ongantíð kannaðir fyrr og tí vita vit ikki, hvussu vanligt fuglakrím hevur verið hjá villsvanum.
- Og tað hevur altíð verið so, at verður ein deyður fuglur kannaðir, vísir tað seg, at hann kann hava allar møguligar sjúkur, tað hevur bara ongin gjørt, fyrrenn nú.
- Eg eri eisini fullvísur í, at vórðu allir føroyingar kannaðir fyri ávísar sjúkur, hevði tað víst seg, at nógv fleiri gingu við ymsum sjúkum, uttan at vit vistu tað.
Ògvuliga ósannlíkt
Annars heldur fuglafrøðingurin í Nólsoy, at vandin er ógvuliga lítil fyri, at villfuglar fara at føra smittuna til Føroyar.
-Higartil hevur mest verið tosað um svanar.
Svanirnir, vit onkuntíð síggjast í Føroyum, eru ikki sama slag, sum eru í Danmark. Teir svanir, sum onkuntíð siggjast her, er tann íslandski svanurin, men tað er bara undantaksvís, at teir koma til Føroya. Um veturin halda teir til í Skotlandi og Írlandi og onkuntíð eisini Suðuronglandi og í Niðurlondum.
Tað sama ger seg galdandi fyri gæs.
- Men tá ið teir flúgva aftur til Íslands um summarið, ferðast teir sunnanfyri Føroya. Tað er bara undantaksvís, at teir koma til Føroyar. Tí er Ísland í nógv størri vanda fyri at fáa Fuglakrím frá flytifuglum, enn hvat vit eru. Og eg eri vísur í, at vóru íslendskir svanar kannaðir fyri fuglakrím fyri trimum, ella fimm ella tíggju árum síðani, so høvdu teir eisini sjúkuna tá.
Tað er bara nú, at vit eru farin at hugsa um tað.
Tað mesta, vit annars síggja til hesar fuglar í Føroyum, er um heystið, tá ið teir ferðast úr Íslandi og suðureftir aftur.
Annars er tað umvegur hjá teimum at koma hendavegin og teir flúgva stytstu leið.
- Einastu flytifuglar, vit soleiðis hava, eru likkan, tjaldrið, lundin, steinstólpa, grátíttlingur. Um veturin heldur tjaldrið til í Wales og har um leiðir, og onkuntíð í Fraklandi. Steinstólpan heldur til í Suðurevropa og Norðurafrika og likkan heldur til framvið landið í øllum Vesturevropa og so víðari. Hvar lundin heldur til, er tað ongin sum veit. So hava vit lomviga og súlu, men tað er alt havgangandi fuglur.
Somuleiðis vísa serfrøðingar á, at enn er ikki eitt tað einasta fólk, sum hevur fingið fuglakrím av villfugli. Hinvegin eru øll, sum hava fingið sjúkuna, smittað av fugli, sum er í húsdjórahaldi, eitt nú í hønugørðum.
Serfrøðingar vísa eisini á, at tað er í húsdjórahaldið, at nógv størsti vandin er og tað eru nógv størri sannlíkindi fyri, at tað er tann spaki fuglurin í einum húsdjórahaldi, sum smittar tann villa fuglin enn øvugt.
Serfrøðingar siga eisini, at tað er ikki flytifuglur, sum hevur breitt smittuna, men fólk, sum hava flutt fugl ímillum lond.
- Vit vita, hvussu tað er, har fólk og fæ verður trongt saman. Har spjaða sjúkur seg nógv skjótari enn enn tær annars gera. Samstundis vita vit eisini, hvussu út av lagið vánaligt reinførið er, nógvastaðni, har fólk hava fingið fuglakrím.
- Men at vandin er fyri, at villfuglur skal føra til sjúku hjá fólki í Føroyum, er ótrúliga lítil.
Tátta í influtning
- Tá heldur Jens Keld Jensen, at tað er nógv størri vandi fyri, at smittan verður borin til Føroyar við fugli, sum verður innfluttur til Føroya til húsdjórahald ella til kelidýr.
- Tað ber framvegis til at flyta papageykar, kanariufuglar og allan annan fugl til Føroya allastaðni frá, akkurát sum áður og vilja vit gera nakað fyri at forða fyri fuglakrími, eiga vit fyrst og fremst at tátta í á tí økinum.
Fólk koma nevniliga nógv meiri í samband við slíkan fugl, enn tey gera við flytifugl.
- Tað verður sagt, at eftirlit er við innfluttum djórum. Men veruleikin er, at tað er lítið og onki eftirlit. Hesa seinastu tíðina eru tað tær fyrstu 20-30 nýggju sjúkurnar og loppur og lýs komnar til Føroya og tað er dømi um, hvussu illa eftirlitið virkar. Og tað hevur nógv størri týdning at hugsa um hendan partin, heldur enn at hugsa um flytifugl, sum vit so at siga ikki koma í sambandi við, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Tað, sum serliga verður stúrt fyri, er at fuglakrímið skal broyta eginleikar, so at tað fer at smitta ímillum menniskju.
- Vit vita ikki, hvussu vanligt fuglakrím hevur verið og enn hevur tað ikki broytt eginleikar. Og tað er ongin, sum sigur, at tað hendir tey fyrstu 50 ella 500 árini, ella um tað nakrantíð hendir.
Tí heldur fuglafrøðingurin í Nólsoy, at óttin fyri fuglakrími er farin heilt yvir gevind.
- Veruleikin er altso, at tað eru eini 100 fólk deyð av sjúkuni í mið- og fjareystri undir livikorum, sum als ikki kunnu samanberast við okkara.
- Hinvegin doyggja milliónir omaná milliónir av malaria og øðrum sjúkum, men tað verður valla tikið upp á tunguna.
Kortini heldur hann, at tað skaðar ikki at vera til reiðar, skuldi sjúkan tikið seg upp av álvara.
Skora kassan
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tey einastum sum fáa nakað burturúr hesum, er heilivágsídnaðurin, sum ger heilivág.
- Tey skora rættiliga kassan í hesum døgum!
Sjálvur stúrir hann fyri, at tað eru heilt aðrar kreftir upp á spæl enn tær sakligu læknafrøðiligu kreftirnar.
Fyri nøkrum árðum síðani, áðrenn internet og sjónvarp kom í hvønn krók, hevði ongin havt ánilsi fyri at 100 kinserarar vóru deyðir og ongin hevði lagt nakað í tað. Ongin hevði heldur vitað, hvørjum teir vóru deyðir av. Fyri tað kundi teir verið deyðir av fuglakrími.
Men í dag ferðast tíðindi runt heimin upp á eina løtu og nú ber eisini til at kanna alt møguligt.
- Og hetta hevur fingið allan heimin á gos, bæði fjølmiðlar og myndugleikar.
Alt hetta hevur elvt til ein ótta hjá almenninginum, sum eftir mínum tykki er farin langt út um tað, sum stendur mát við vandan, sigur Jens-Kjeld Jensen.