Rúsdrekkasøla undrar DBU og UEFA

Tað er nú ikki bert í Føroyum, at spurningurin um sølu av øli til fótbóltsdystir verður viðgjørdur.

Í Danmark er málið eisini komið á breddan eftir tilburðin í Svøríkis-dystinum, har ein áskoðari leyp inn á vøllin eftir dómaranum.

Maðurin, sum leyp inn á vøllin, hevur í rættinum greitt frá, at hann helst hevði drukkið ov nógvar øl. Og tað hevur fingið DBU og UEFA at seta spurnartekin við tað, sum gongur fyri seg beint uttan fyri fótbóltsvøllin.

- Eitt er, at loyvini eru í lagi. Eitt annað er signalvirðið í hesum. Hetta er jú á markinum til beinleiðis sølu á gøtuni, sigur aðalskrivarin í DBU, Jim Stjerne Hansen, við Ekstra Bladet.

Aðalskrivarin, sum eisini er limur í discipliner-nevndini hjá UEFA, sipar til viðurskiftini kring Parken. DBU leigar sjálvan leikvøllin frá Parken Sport & Entertainment, men sama felag hevur ølsølur beint uttan fyri stadion.

- Eg vil siga, at hetta er heilt nær markinum fyri, hvat UEFA-reglurnar yvir høvur loyva, sigur Jim Stjerne Hansen.

Sambært reglunum hjá UEFA er ikki loyvi at selja øl á stadion við meira enn 2,6% alkoholinnihaldi. Men tað er ikki staðfest í nøkrum reglum, hvat hendir uttan fyri teljiapparatini. Hetta tí tað er ikki eitt greitt mark ímillum, hvat er stadonøki og ikki.

Reglurnar fyri skeinking til fótbóltsdystir eru bert galdandi, tá talan er um dystir í UEFA-regi. Er talan um dystir í eitt nú donsku superliguni, so eru ongar forðingar fyri, at skonkt verður á stadion-økinum.