Rúsdrekkamentan í Føroyum

Tað hevur avgerðandi týdning, at vit føroyingar fáa betra munandi um rúsdrekkamentanina í Føroyum við atliti til arbeiðspláss og ferðamannavinnuna.

Tað kann gerast við fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiði úti í býlingshúsum, barnagørðum, dagrøktarskipanum, skúlum, lærustovnum, felagsskapum, klubbum, o.m.ø.

Tað er slíkt Rúdrekka- og Narkotikaráðið við sínum rúsdrekka ráðgeva dagliga arbeiði við í samstarv við tey omanfyri nevndu.

Tað hevur avgerandi týdning, at leggja nógv tann størsta dentin á at motivera mátahald tá drukkið verður aftur við mati áðrenn fólk leita sær í býin í vikuskiftum.

Tað hevur stóran týdning, at fáa hesa motiveran út til øll, sum drekka uttan at hava fingið sær mat frammanundan so eisini hesi læra mátahald, sum fyrr nevnd. Tað hevur avgerandi týdning, at fáa avmarka talið av rúsdrekkamisnýtarum ið eru niðurundirkomin og sum tørva hjálp og ráðgeving og positiva motiveran í tí dagliga. Tað er ikki minst galdandi, at fáa avmarkað talið av rúsdrekkaskaðum við at fáa fólk motiverað til mátahald, tá ið matur hevur ein avgerandi leiklut í drekkarínum. Tað er uppá tíðina at Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hyggur at heimliga rúsdrekkaumhvørvinum sum nógvar familjur og einstaklingar dagliga líða undir. Tað eru avvarandi og foreldur at rúsdrekkamisnýtarum, sum skuldi verið boðin til fundar og ymisk skeið at vera kunnaði um fyribrygjandi og upplýsandi arbeiði.

Tað hevur ikki minst týdning, at fáa tey at greiða frá heimliga rúsdrekkaumhvørvinum, so tey fáa hjálp og ráðgeving og positiva motiveran í tí dagliga. Tað eigur at vera hildið eitt nógv strangari eftirlit við hvør fær útflýggja rúsdrekka í rúsdrekkasølum kring landið og í ølklubbum og á matstovum. Tað skal finnast harðliga at avvarandi og foreldrum, sum lata børn, ungdómar undir 18 ár, sleppa at smakka sær á heima við hús og sum síðan gerast rúsdrekkamisnýtarar. Tað hevði verið gott at fingið rættuliga kjak um øll rúsdrekka viðurskiftir í dagbløðum og fjølmiðlum, so vit fáa betra rúsdrekkamentanina í Føroyum.


Hans Birgir Hansen