Rúsdrekkalógin verður neyvan broytt

Landsstýrismaðurin í vinnumálum segði undir fyrstu viðgerð av uppskotinum um broyting í rúsdrekkalógini, at hesar neyvan verða samtyktar her og nú Tað er Bjørt Samuelsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í vinnumálum, sum hevur lagt uppskot fyri tingið. Eitt uppskot, sum hevur til endamáls at liberalisera framleiðsluna av øli í rúsdrekka. Í dag er hetta avmarkað til serstøk bryggiloyvi, har tað tó ikki er loyvt at bryggja nakað, ið er sterkari enn 5,8% (vol).

Samstundis er tó loyvi at innflytta drykkivørur við styrki up til 60%, og tað er hesa andsøgnina, sum Bjørt og Tjóðveldi vilja hava burtur.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, segði undir viðgerðini, at hann væl skilti grundgevingarnar fyri uppskotinum, men at hetta neyvan verður samtykt nú. Fyrst og fremst tí samgongan neyvan tekur undir við hesum.

Sum tað sømir seg einum uppskot um rúsdrekkalógina, so var orðaskiftið til tíðir hvast. Serliga fanst Miðflokkurin at uppskotinum, sum teir hildu fór at elva til størri rúsdrekkanýtslu, men eisini Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum søgdu seg vera harðliga ímóti eini liberalisering innan rúsdrekkaframleiðslu.