Týsdagin hin 18. oktober klokkan 19.30 verður Miðlahúsið karmur um almennan politiskan fund, har evnini rúsdrekka og rúsevnir verða viðgjørd. Tað er Blái Krossur Føroya, ið skipar fyri.
Trý evni verða viðgjørd á fundinum. Hvørt evni byrjar við einum uppleggi, og síðan fáa umboðini fyri politisku flokkarnir høvi til at koma við sínum boði uppá politikk á økinum ella við viðmerkingum til uppleggið.
Uppleggini verða frá fólki, ið arbeiða á rúsøkinum:
Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, hevur eitt upplegg um Rúsdrekka og Menniskja, ið snýr seg um, tá rúsdrekka er ein trupulleiki hjá einstøkum menniskjum og avvarðandi hjá viðkomandi.
Martin Kúrberg, viðgerði á Blákrossheiminum, hevur eitt upplegg um Ung og Rúsevnir, har nomið verður við rúsevnisnýtslu millum ung í Føroyum, og hvør lagnan er hjá ungum rúsevnismisnýtarum.
Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, hevur eitt upplegg um Rúsevni og Samfelagið Rúspolitiskir Málsetningar, har fokus er á, hvørji mál politisku flokkarnir kunnu seta innan rúsevnispolitiska økið.
Orðstýrari verður Helgi Jacobsen.
- Øll eru vælkomin til tiltakið, sigur Blái Krossur í tíðindaskrivi.