Talið á ferðsluóhappum er alsamt minkandi, og hesi seinastu árisin hevur løgreglan skrásett 500 – 650 ferðsluóhapp um árið.
Tað staðfesti Mikkel H. Frandsen á Landsverki, á ársfundi hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í morgun.
Hann sigur, at ein fimtipartur av øllum ferðsluóhappum eru parkeringsóhapp, men hesi seinastu árini hava tað eisini verið 30-40 óhapp við fólkaskaða.
Samstundis eru tað eini 15-30 ferðsluóhapp, og ferðsluvanlukkur um árið, sum beinleiðis kunnu setast í sambandi við rúsdrekka
Sostatt er rúsdrekkakoyring framvegis ein álvarsligur trupulleiki í ferðsluni, hóast talið á teimum, sum koyra ávirkaði av rúsdrekka, eisini er minkað nógv seinastu árini.
Mikkel H. Frandsen sigur, at í árunum frá 2014 til 2017 kundu 84 ferðsluóhapp beinleiðis setast í samband við rúsdrekka.
Av teimum vóru 20 óhapp við fólkaskaða og í tvær ferðsluvanlukkur kostaðu mannalív
Annars var árið í fjør eitt minniligt ár, tí hetta árið var eingin ferðsluvanlukka, sum kravdi mannalív. Men annars doyggja ímillum eitt og seks fólk í ferðsluvanlukkum um árið.
– Sostatt má staðfestast, at vit eru ikki komin á mál við null – hugsjónini í ferðsluni sum sigur, at eingin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni, segði Mikkel H Frandsen.