– Vanligir handlar eiga at fáa øl og vín at selja. Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikk í framtíðini og har fýltust Poul Michelsen á, at vit tosa bara um rúsdrekka sum um tað bara er skaðiligt.
– Summi halda, at tað er bara at seta fullkomið bann fyri rúsdrekka sum Miðflokkurin vil, so er trupulleikin loystur, helst hann speiskliga fyri
Men sjálvur heldur hann, at kynstrið er at finna eina javnvág, har vit skulu hjálpa teimum, sum hava tørv á at fáa hjálp.
– Tey, sum eru bundin av rúsdrekka, fáa altíð fatur á rúsdrekka, tí tey fara gleðiliga upp á Slættaratind eftir eini fløsku, helt hann fyri.
Men vit skulu eisini hugsa um persónliga frælsið hjá fólki, so at tey ikki føla, at tey eru sett undir formyndarí.
– Hjá teimum, sum duga at njóta rúsdrekka, er tað eisini sálarbót, sum kann vera ómetaliga gagnlig, legði hann afturat.
Annars hava tey flestu tikið tað sum eina sannroynd, at skal rúsdrekkanýtslan tálmast, skal atongdin til tað eisini avmarkast. Tað merkir samstundis, at tess lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, tess meiri fara fólk at drekka.
Men Poul Michelsen er púra sannførdur um tað beint øvugta, tú hann sigur, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur í, minni drekka fólk
Hann vísir til, hvusus støðan var, áðrenn Rúsan kom, og tað tók minst eina viku, og kravdi eina sanna kanossaferð frá eini skrivstovu til aðra fyri at fáa fatur á rúsdrekka.
– Tá fingust føroyingar við kassar av rúsdrekka ísenn. Tað kundi vera spennandi, men gagnligt var tað ikki, staðfesti landsstýrismaðurin.
– Marita Petersen, fyrrverandi landsstýriskvinna og løgmaður, sá tað gagnliga í at stytta frástøðuna ímillum fólk og rúsdrekka og tí slóðaði hon fyri at seta Rúsuna á stovn.
Men mótstøðan ímóti Rúsuni var hørð, tí tað vóru einir øgiligir dómadagsspádómar um, at, at nú rúsdrekka var so lætt at fáa fatur á, fóru føroyingar at drekka seg út av nálini.
Men tað hendi tað beint øvugta, tí síðani Rúsan kom, eru føroyingar farnir at drekka minni, tí í miðal liggur nýtslan um seks litrar av reinum alkoholi fyri hvønn føroying yvir 15 ár.
Men akkurát, hvussu nógv føroyingar drekka, er eitt sindur ógreitt, tí kanningar vísa, at fjórðihvør føroyingur er fráhaldandi, so tey, sum drekka drekka, drekka kanska einar átta, níggju litrar í part.
– Tað er frælsið, sum fær fólk at drekka minni, tí tá ið fólk fáa frælsi, duga tey eisini at umsita tað, er Poul Michelsen sannførdur um.
Hann vísti á, at í Danmark minkar nýtslan av rúsdrekka, hóast har er frí rúsdrekkasøla, og hóast prísirnir harafturat eru munandi lækkaðir.
Orsøkin til tað er, at at tað verður gjørt nógv við at upplýsa um vandarnar við rúsdrekka, og tað er tann gongda leiðin, heldur Poul Michelsen
Og hann vísir samstundis á, at bæði í Noregi og í Svøriki, sum hava einkarsølu, er nýtslan veksandi. Tí er hann sannførdur um, at vit eiga at selja øl og vín í vanligum handlum.