Úr savninum: M.C. Restorff um gamlar tónleikaútgávur

(FM1) Hoyr samrøðu við M.C. Restorff - ið fyllir 70 ár í dag - um fýra tónleikaútgávur sum komu út millum 1971 og 1988

Í dag fyllir M.C. Restorff 70 ár. Í hesum sambandi hava vit verið í savninum hjá gamla Rás2, sum FM1 æt fyrr. 

Pláturnar: "Meistarans hond" frá 1971, "Hann legði í munn mín ein nýggjan song" frá 1977, "Barnaminnir" frá 1980 hjá Nikodemussangbólkinum, og plátan "Ymiskt á leiðini" hjá M.C. Restorff frá 1988 vóru ikki tøkar á fløgu fyrrenn í 2013.

M.C. Restorff greiddi frá í samrøðu við gamla Rás2 í desember í 2013, at hann hevði ikki gjørt so nógv sjálvur fyri at fáa hendan sangskattin út. M.C. gav tónleikaentusiastinum, Gissuri Patursson æruna fyri, at hesar gomlu pláturnar gjørdust fløgutøkar tá.

HER  ber til at hoyra eitt longri prát við M.C. Restorff um hesar fýra útgávurnar. Í ljóðbrotinum hoyrast eisini stutt brot av sangum, sum eru á hesum fýra plátunum. Hendan ljóðfílan er at finna á savninum hjá FM1 á SoundCloud. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við M.C. Restorff í beinleiðis sending á FM1 fyrrapartin.