Rúsan skal hava nýggjan stjóra

Verandi stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins, Elsa Maria Holm Olsen fer í farloyvi, og tí skal avloysari setast fyri hana hetta komandi árið.

Í lýsing í bløðunum í dag verður søkt eftir hesum avloysaranum, sum skal taka við 1. oktober í ár og fram til 30. september 2012.

Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumonnum Landsins, men talan er kortini ikki um eitt tænastumannastarv.

Umsóknarfreistin er sett til 12. september í ár.

Í Rúsdrekkasølu Landsins eru 34 fulltíðarstørv á teimum seks deildunum kring landið. Høvuðsskrivstovan er í Havn.