– Sterkt øl skal vera dýrari at keypa í Rúsuni enn veikt øl.
Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Tá ið Løgtingið hevði aðalorðaskifti um okkara framtíðar rúsdrekka- og rúsevnapolitikk, vísti Sirið Stenberg á, at hon var gjørd varug við, at Rúsan seldi ymisk sterk sløg av útlendskum øli lutfalsliga bíliga.
Og nú sigur hon, at hon hvur vent sær til Fíggjarmálaráðið við málinum, við tí endamáli at fáa avgjaldið á hesum sløgum hækkað.
Við okkum sigur hon, at hon er ikki rættiliga greið yvir, hvørji sløg, talan er um. Men hon er gjørd varug við, at Rúsan innflytur ymisk sløg av sterkum øli, sum verður selt lutfalsliga bíligt.
Hon heldur, at tað eru ung, sum ikki hava so nógvar pengar um hendi, sum kunnu fella fyri freistingini at keypa hesi sterku sløgini av øli fyri »at fáa meiri fyri pengarnar«. Og tað heldur hon er óheppið, tí hon helsur, at tað er við til at venja ungfólk at keypa sterkt øl, heldur enn at keypa veikari sløg.
Sirið Stenberg heldur, at skulu vit hugsa um fólkaheilsuna í sambandi við rúsdrekka, er hetta skeiv mannagongd, tí eftir hennara tykki eiga tey sterkari sløgini at vera dýrari enn tey veikaru sløgini. Tí vil hon hava avgjøldini broytt, so at tey sterkari sløgini eru dýrari enn tey veikari.
Í Løgtinginum kom fram, at serliga tey í Framsókn vilja hava eina rúsdrekkalóg, sum er frælsari enn hon er nú, tí lóggávan skal vera fyri tað vanliga fólki, sum dugur sær hógv í brennivíni – men so skulu tey hjálpast, sum detta niður ímillum og verða bundin at tí.
Sirið Stenberg er grundleggjandi ósamd, tí hon heldur, at á hesum øki má lógávan altíð verja tey veiku.
Rógvi Andrias Fossádal, stjóri í Rúsuni, veit ikki rættiliga, hvat landsstýriskvinnan hugsar um, tá ið hon sigur, at summi sløg av sterkum øli eru lutfalsliga ov bílig. Hann sigur, at avgjaldið á øl verður sett eftir styrkini, men gamaní eru summi sløg bíligari at innflyta enn onnur sløg, og tað sæst sjálvandi aftur í prísinum.