Rósa Samuelsen fær krakk frá Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin góðtekur ikki, at Rósa Samuelsen ger álvara av ætlanini at skipa eina almenna ergoterapi til børn og ung -Er tað ætlanin hjá Rósu Samuelsen at stovna almenna ergoterapi fyri harvið at taka grundarlagið undan dýrtkeyptari privatari servitan, verður tað uttan stuðul frá Fólkaflokkinum, staðfestir Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.

Hann heldur at vit hava í dag væl virkandi privatar ergoterapeutar, sum í góðum samstarvi við tað almenna eisini tekur sær av teimum uppgávum, sum umvegis lækna og Almannastovuna verða ávístar teimum.

- Men meðan rákið um allan heim er at einskilja almennar stovnar, tykist gongdin í Føroyum at vera júst hon øvugta, tí her setur tað almenna nýggj virkisøki í gongd at kappast móti verandi privatum fyritøkum.

- Hetta eru fyritøkur, sum gjøgnum tung og stríggin byrjunarár hava upparbeitt sær eina servitan á økinum, og so fer tað almenna inn í kappingina móti teimum privatu við øllum landskassanum í rygginum.

Jákup Mikkelsen sigur, at Summar av hesum fyritøkum hava bygt sítt virksemi upp uppá at nøkta ein tørv, sum tað almenna hevur, og tá landið so knappliga fer at seta sítt egna á stovn í kapping við tað privata merkir hetta, at ikki bert tann servitan, sum hesar fyritøkur hava upparbeitt gjøgnum árini í ringasta føri fer fyri skjeyti, men eisini øll tey sertól, sum eru neyðug í eitt nú ergoterapi viðgerð, og sum fyritøkur hava gjørt íløgur í, knappliga standa óvirknar.

- Tað kom tí sum ein hvøkkur, ikki bert hjá okkum politikarum, men so sanniliga eisini hjá privatu ergoterapeutunum, tá Rósa Samuelsen á Tingsins røðarapalli mikudagin boðaði frá, at hon hevði í kvittanum, at seta á stovn almenna egroterapi.

Formaður Fólakfloksins á tingi sigur, at tað gevur als onga meining at fara undir at byggja ein nýggjan almennan stovn upp, tá vit longu framman undan hava servitanina innan økið í privata sektorinum.

- Tað verður eingin almenn kapping sett á stovn móti tí privata við Fólkafloksins hjálp. Verður tikið um endan í onkrum av tí, sum ikki virkar nøktandi innan títt málsøki, so skulu vit nokk taka lógvatak saman við tær, sigur Jákup Mikkelsen