Rósa Samuelsen: - Eg síggi ongan annan møguleika fyri sparing

- Tað er neyðugt at gera nøkur átøk fyri at kunna veita hesar tænastur til borgararnar, og hetta er eitt uppskot, sum eg kann taka undir við, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna. Hon stúrir ikki fyri, at Miðflokkurin hóttir hana við misálitisuppskoti á tingfundinum týsdagin.

Hon segði við Rás2 í kvøld, at hon ongar viðmerkingar hevur til misálitisuppskotið, tí tað er bara nakað, hon má liva við sum landsstýriskvinna. ? Hetta er ein partur av arbeiðinum, segði hon.

Hoyringsfreistin til uppskotið er úti í morgin, og sambært løgmanni, so verður einki broyt í hesum máli, fyrr enn tað er viðgjørt á landsstýrisfundi.

Spurd um hon heldur tað vera rætt, at pensjónistar soleiðis í eini handavend skulu gjalda 2.000 krónur meira fyri at búgva á eldrasambýli, segði Rósa Samuelsen við Rás2, at hetta er eitt uppskot, sum hon saktans kann taka undir við. Hon sigur, at onnur uppskot eru vælkomin, men hon dugir ikki at síggja aðrar møguleikar enn at leggja hetta eykagjald á pensjónistarnar.