Suðuroyggin hevur nóg fá arbeiðspláss, sum er, og bílistin til ellisheimið er nóg langur, sum er. Hví skal tann allarveikasti parturin av samfelagnum svíða undir hesum sparingum. Fyri tað fyrsta liggur Suðuroyggin geografiskt nokk so langt frá meginlandinum. Tað er ikki bara sum at siga tað at arbeiða í Havn og búgva í Suðuroynni. So vit lata bara Suðuroynna avtoftast enn meira, so hon til síðst er tóm? Fyri tað næsta er stórur tørvur á røktarheimsplássum á ellisheiminum. Men vit leggja bara nøkur búpláss niður, so tørvurin verður enn størri. HVAR skulu hesi fólk fara, sum standa á bíðilista? Skulu børnini passa tey sum í gomlum døgum? Skulu tey eisini flyta til Havnar? Veit ikki, um nakar skilir, men eingin veit, hvussu tað er at búgva í Suðuroynni uttan at hava roynt tað sjálvur. Hóast tað er trupult til tíðir, eru vit nøkur, sum trívast hersuðuri og ynskja ikki, at oyggin skal avtoftast.
Ætlanin er á ein hátt kynisk!!
Fyri at taka samanum: hetta er ein sera veikur partur av samfelagnum, sum verður lagdur undir spariknívin. Gomul fólk og starvsfólk vita ikki síni livandi ráð. Enn einaferð: hvar eru Suðuroyar tinglimirnir??