Rás2 er altíð á vøllinum, tá føroyska U21 landsliðið spælir á heimavølli á Svangaskarði ella á Tórsvølli,
Í dag er einki undantak. Tróndur Arge fer at siga frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Russland. Tá liðini møttust í Russlandi í heyst vann Russland 2-0. Føroyar hava annars bara góð minnir frá U21 heimadystum ímóti Russlandi. Í 2009 vunnu vit 1-0 á Russlandi, tá ein blaðungur Jóan Símun Edmundsson skeyt sigursmálið í fyrsta minutti av dystinum. Hetta var á ovara vølli í Gundadali, sum var ein góður heimavøllur hjá føroyska U21-landsliðnum. Á Svangaskarði eru eisini góð minnir um russisk landslið. Tá Føroyar og Russland møttust í EM-undankappingardysti í 1995 vóru Føroyar eitt skiftið á odda 2-1. Henning Jarnskor javnaði til 1-1 við einum góðum skoti, og í seinna hálvleiki rann Todi Jónsson frá allari russisku verjuni og setti bóltin hegnisliga í málið til 2-1. Ein ógloymandi løta. Russiska bjørnin vaknaði tó tá og vann 5-2.
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Russland á Svangaskarði byrjar klokkan 18. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum, og André Olsen verður viðmerkjari. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingin klokkan 17 er liðug.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Annars ber til at lurta á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo hevur eisini beinleiðis kunning frá dystinum. Seinni í kvøld verða samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður at finna á in.fo.
(MÍN LYKIL og MARINE HARVEST stuðla
landsliðsfrásagnunum á Rás2)









