Fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnudagin spælir føroyska U21 manshondbóltslandsliðið tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn.
Føroyar eru í bólk 7 saman við Sveis, Ísrael og Finnlandi. Sveis, sum Føroyar hevur spælt og tapt móti áður, er styrkismett ovast og verður mett, sum sterkasta liðið í bólkinum. Ísrael kenna vit minni væl, meðan Føroyar fyrr hava møtt og vunnið á finska liðnum.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá øllum trimum dystunum hjá føroyska U21 landsliðnum. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og FM 98,7.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. Aftaná dystirnar verða myndir og ljóðsamrøður at finna úti á in.fo.
Dystarskráin er hendan
Fríggjadagin 6. jan
Kl. 18.00 Ísrael – Finnland
Kl. 20.00 Sveis – Føroyar
Leygardagin 8. jan
Kl. 16.00 Finnland – Sveis
Kl. 18.00 Føroyar – Ísrael
Sunnudagin 9. jan
Kl. 15.00 Sveis – Ísrael
Kl. 17.00 Føroyar – Finnland