Rás2 ger nógv burturúr effofótbóltinum á ólavsøku.
Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá teimum trimum dystunum í effodeildini, ið leiktir verða á ólavsøku. Í kvøld verður sagt frá dystinum, sum verður leiktur úti í Vika á Argjum, har AB tekur ímóti NSÍ. Dysturin byrjar klokkan 18.30. Sendingin byrjar klokkan 18.20
Ólavsøkuaftansdag verður sagt frá dystinum á ovara vølli í Gundadali millum HB og ÍF. Dysturin byrjar klokkan 19, og sendingin byrjar klokkan 18.45. Ólavsøkudag verður sagt frá dystinum millum B36 og Vìking, sum eisini verður spældur á ovara vølli í Gundadali. Dysturin ólavsøkudag byrjar klokkan 16, og sendingin á Rás2 byrjar klokkan 15.45.
In.fo hevur eisini beinleiðis frásøgn frá øllum trimum ólavsøkudystunum. Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystarlok teir ymisku ólavsøkudagarnar.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 98,7, FM 95,9 og á FM 88,7.