Tað liggur eitt stórt trýst á kyndilsmonnum til heimadystin ímóti VÍF í bólki 2 í Faxe Kondi steypakappingini.
Kyndil tapti 25-28 ímóti StÍF sunnudagin, samstundis vann VÍF 36-25 á Team Klaksvík. Tí má Kyndil fáa fult ímóti VÍF í dystinum í høllini á Hálsi í Havn, sum byrjar klokkan 20 í kvøld. Í sama bólki tekur StÍF ímóti Team Klaksvík í høllini á Skála.
Rás2 sigur frá dystinum millum Kyndil og VÍF. Sendingin byrjar klokkan 19.55, og kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar kunnu hoyra frásøgnina á STAÐIÐ FM 101. Í sendingini verður kunnað frá gongdini í dystinum millum StÍF og Team Klaksvík.
Støðan í bólki 2 í Faxe Kondi steypakappingini :
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 1 | 36 | 25 | 11 | 2 |
2 | StÍF | 1 | 28 | 25 | 3 | 2 |
3 | Kyndil | 1 | 25 | 28 | -3 | 0 |
4 | Team Klaksvík | 1 | 25 | 36 | -11 | 0 |