Dráttur skal halda lív í seinastu FM-finaluvónini í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti, tá tær møta suverena oddaliðnum, Fleyr á útivølli í høllini á Argjahamri í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20.
Fleyr er greitt á odda við 30 stigum. KÍF er nummar tvey við 20 stigum. Dráttur er nummar trý við 15 stigum, Mjølnir er nummar fýra við 14 stigum. TB hevur 13 stig, og SÍ er aftast við 10 stigum.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og Drátt á Rás2.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Til ber eisini at lurta á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9, og FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri Fleyr og Drátt koma út á in.fo seinni í kvøld.