Rás2 sigur frá Føroyar-Ungarn (U17 EM)

EM endaspælsdysturin byrjar klokkan 15. Sendingin byrjar klokkan 14.30

Klokkan 15 seinnapartin í dag spælir føroyska U17 landsliðið seinasta EM-endaspælsdystin á hesum sinni. Dysturin verður ímóti Ungarn, sum hevur fýra stig fyri tveir dystir. Í hinum dystinum í bólki B møtast Skotland og Frakland. Skotland hevur fýra stig, og Frakland hevur trý stig. Føroyar eru aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum Føroyar og Ungarn á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Sendingin byrjar við upptakt klokkan 14.30.

 

Til ber eisini at fylgja dystinum á in.fo, sum fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.