Rás2 sigur frá ÍF-NSÍ og AB-B36 í kvøld

Dysturin á Argjum byrjar klokkan 18, og dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 18.30

 

Fult umfar er í effodeildini í kvøld, og Rás2 ger aftur nógv burturúr

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá dystunum: AB-B36, sum byrjar klokkan 18, og frá ÍF-NSÍ, sum byrjar klokkan 18.30. Fylgt verður við gongdini í hinum dystunum, sum eru TB-HB, Skála-KÍ, og B68-Víkingur. Aftaná dystarlok verða samrøður, sum Hilmar Jan Hansen, Tróndur Arge og Heri Simonsen gera við umboð fyri ymisku liðini.

 

Sendingin byrjar við upptakt klokkan 17.25. Til ber at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Til ber eisini at fylgja dystunum á in.fo. Ljóðsamrøður, samanumtøkur og myndir koma út á in.fo í kvøld.