Oddadystur verður í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti í kvøld.
Dysturin verður millum ÍF og Mjølnir, og byrjar dysturin á Kambsdali klokkan 19.30.
Óli G. Samuelsen fer at siga beinleiðis frá dystinum á Rás2.
Dystarfrásøgnin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri ÍF og Mjølnir koma út á in.fo seinni í kvøld.
| Støðan | Dystir | Sett | |||||||
| Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
| Mjølnir | 8 | 6 | 1 | 1 | 0 | 21 | 6 | 15 | 20 |
| ÍF | 8 | 3 | 1 | 3 | 1 | 15 | 15 | 0 | 12 |
| Fleyr | 8 | 2 | 1 | 2 | 3 | 15 | 18 | -3 | 11 |
| SÍ | 8 | 1 | 1 | 6 | 0 | 9 | 21 | -12 | 5 |










