2. páskadag fer Rás2 at hava fokus á dystirnar, ið byrja klokkan 17.15 og klokkan 17.
Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum millum AB og Skála úti í Vika á Argjum, ið byrjar klokkan 17.15. Fylgt verður við í gongdini í dystinum millum Víking og NSÍ, ið byrjar klokkan 17. Heimildarmaður í Sarpugerði verður Per Martin Gregersen. Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 16.45.
Undir fyrra hálvleiki av dystinum millum AB og Skála, og í steðginum verður ringt til venjarar og spælarar, ið hava verið partur av dystunum, ið byrja klokkan 15. Dystirnir, ið byrja klokkan 15 eru B36-HB, Suðringar-KÍ og 07 Vestur-EB/Streymur.
Klokkan 19.15 verður ein samrøða við Mattias Sunneborn av Gotlandi á Rás2. Hon snýr seg um hvussu ítróttur kann fyribyrgja sjálvmorði. Mattias Sunneborn heldur fyrilestur um evnið týskvøldið 3. apríl í hølunum hjá Starvsmannafelagshúsinum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn.
Øll kunnu lurtað eftir sendingini á Rás2 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá Rás2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og FM 98,7.
Ljóðsamrøður, myndir og samanumtøkur koma út á in.fo tá dystirnir eru leiktir.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum betrideildardystunum hjá monnum í morgin.










