Rás2 bjóðar meira Hvonn Live

Rás2 leggur upp til enn eitt stórt og undirhaldandi radiokvøld um vikuskiftið. Akademikari í Havn og rørsmiður úr Skopun fara at kjakast um útbúgving og politikk. Eivør Pálsdóttir og Tey av Kamarinum fara at spæla live, og spildurnýggjur málningur hjá Eivør verður seldur á uppboðssølu í sendingini

Triðja sendingini í røðini Hvonn Live verður send leygarkvøldið, og sendingin bjóðar alt frá livandi tónleiki við upprunliga hittmakarunum í Føroyum til kjak millum akademikara og rørsmið um politiskt arbeiði.

Rás2 roynir við sendirøðini Hvonn Live at gera live-sendingar til føroyingar leygarkvøld, og higartil hevur undirtøkan fyri sendingunum verið sera góð.

Leygarkvøldið verður so aftur lagt til brots. Sent verður beinleiðis av Hvonn í Havn, har fólk eru vælkomin at fylgja sendingini, og annars ber til at lurta eftir Rás2.


Akademikarin og rørsmiðurin

Løgtingsfólkini hava sera ymiskar útbúgvingar. Summi av teimum hava verið uttanlands og tikið hægri útbúgving, meðan onnur hava fólkaskúla og annars arbeiðsroyndir at dúva á.

Tveir løgtingsmenn, sum hava sera ymisk bakgrund, fara leygarkvøldið at kjakast um útbúgving og politikk.

Akademikarin úr Havn, Sjúrður Skaale, og rørsmiðurin av bygd, Gerhard Lognberg, fer at tosa um, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at hava væl útbúgvin fólk í politikki.

Kringvarpsstjórin Annika Mittún Jacobsen, sum hevur verið í andglettinum seinastu tíðina, fer at greiða frá, hvussu tað er at taka tungar avgerðir, siga fólki úr starvi og verða fyri hørðum atfinningum frá politikarum og áhugabólkum.


Tey av Kamarinum og Eivør

Í hálva øld hava Tey av Kamarinum givið tónleik út til føroyingar. Mangar eru perlurnar, sum eru komnar frá teimum ,og leygarkvøldið fara Tey av Kamarinum at framføra livandi tónleik í Hvonn Live. Nicolina Jacobsen og Eyðbjørn Jakobsen fara eisini at greiða frá, hvussu mongu árini í føroyskum tónleiki hava verið, og um tey kenna seg hava fingið ta viðurkenning frá fínu mentanini, sum tey kanska hava uppiborið.

Eivør Pálsdóttir fer eisini at spæla live í sendingini. Tosað verður eisini við Eivør um hennara arbeiði við málningalist. Eivør hevur ein málning við sær á Hvonn, og eftir at málningurin er avdúkaður, verður hann seldur á uppboðssølu. Bæði fólk á Hvonn og fólk kring landið kunnu bjóða í uppboðssøluni.

Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 leygarkvøldið frá klokkan 19 til 22.