Danski felagsskapurin Gramex, sum fyri plátufeløg og tónleikarar umsitir rættindi til tónleik, krevur fýra ferðir so høgt gjald fyri at spæla tónleik í føroyskum útvarpi sum í donskum útvarpi.
Tað sigur stjórin á Rás 2, Petur Jacobsen, sum er ovfarin av hesum upplýsingum.
? Vit hava allatíðina verið sera misnøgd við innkrevjingina hjá Gramex, men tað var av tilvild, at vit komu fram á, at vit betala meira enn fýra ferðir so nógv sum tilsvarandi danskar útvarpsstøðir, sigur Petur Jacobsen.
? Síðani vit fingu hetta at vita, hava vit roynt at fingið eina frágreiðing frá Gramex um, hví tað er soleiðis, men teir vilja ikki geva okkum nakra grundgeving.
Hetta hevur fingið stjóran á Rás 2 at heita á Mentamálaráðið um at kanna málið hjá tí danska Mentamálaráðnum.
Visti ikki av muninum
Rás 2 og Gramex hava ongantíð verið bestu vinfólk. Feløgini hava verið í rættinum og stríðst um gjaldið, sum Gramex krevur, men ta ferðina varð Rás 2 noytt at gera eina semju við Gramex. Semjan frá 2002 hevur síðani verið grundarlag undir gjaldinum hjá Rás 2.
Men tað var ikki fyrr enn í síðstu viku, at stjórin á Rás 2 av tilvild koma fram á, at gjaldið hjá teimum er nógv hægri enn gjaldið hjá tilsvarandi donskum útvarpsstøðum.
Eitt danskt lokalradio skal gjalda 0,4660 krónur fyri hvønn minutt av tónleiki, sum tað sendir til hvørjar 50.000 íbúgvar.
? Vit skulu gjalda 1,89 krónur fyri hvønn minutt, og tað hava vit gjørt síðani semjuna í rættinum. Vit hava frá fyrsta degi av víst á okkara ónøgd við gjaldið, men at gjaldið var ymiskt í pørtum av ríkinum, høvdu vit ikki droymt um, og tað varð heldur ongantíð upplýst fyri okkum, sigur Petur Jacobsen.
Vil hava frágreiðing
Stjórin á Rás 2 hevur verið mest sum í luftini síðstu dagarnar, og hann hevur bæði umvegis teldupost og telefon roynt at fingið eina frágreiðing frá Gramex um, hví Rás 2 skal gjalda nógv meira enn danskar útvarpsrásir.
? Eg havi bara fingið at vita, at eg skal gjalda og ikki blanda meg upp í gjaldið. Gramex vil ikki geva mær nakrar frágreiðing um, hví gjaldið hjá Rás 2 er meira enn fýra ferðir so høgt sum hjá einari tilsvarandi danskari útvarpsstøð, sigur Petur Jacobsen.
? Eitt starvsfólk segði, at ein av orsøkunum var munurin á skatta- og lønarviðurskiftinum í Føroyum mótvegis Danmark, men tað kunnu vit ikki fáa at vita skriftliga, sigur hann.
Vil hava pengar aftur
Petur Jacobsen heldur, at Rás 2 hevur goldið ov nógvar pengar til Gramex, og hann vil hava ein part av gjaldinum aftur frá felagsskapinum.
Rás 2 hevur roknað seg fram til, at rásin hevur goldið 420.000 krónur ov nógv til Gramex, síðani Rás 2 fór at senda.
Og Petur Jacobsen hevur heitt á Mentamálaráðið um at blanda seg upp í málið. og Mentamálaráðið er í holt við málið.
? Vit vilja hava Mentamálaráðið at heita á danska Kulturministeriet ? sum helst er einasti myndugleiki sum Gramex virðir ? um at fáa eina frágeiðing uppá munin og heita á Gramex um at rætta feilin heilt frá byrjan, tí vit hava goldið fleiri hundrað túsund krónur ov nógv, sigur Petur Jacobsen.
Vit royndu fyrrapartin í gjár at fáa eina viðmerking frá stjóranum í Gramex, men hann var ikki.
- - -
Gramex
Allar almennar framførslur av tónleiki kosta. Tá ið tað ræður um tónleik umboða KODA og Gramex tey, sum eiga rættindin til tónleikin og framførslurnar, og sum sambært lógini um upphavsrætt hava rætt til at fáa pengar fyri framførslur í eitt nú útvarpi.
KODA er felagið hjá sangskrivarum, meðan Gramex er fyri plátufeløg, tónleikarar og sangarar. Við hvørt samstarva KODA og Gramex um innkrevjingina, men í prinsippinum krevja tey inn pengar hvør sær.
Bæði KODA og Gramex krevja pengar inn í Føroyum fyri framførslur av tónleiki. Størsti parturin av pengunum, sum verða kravdir inn, skal latast aftur til tey, sum eiga rættindini til tónleikin, tónleikarar og tey, sum geva tónleikin út.
Gramex varð stovnað í1963 og hevur 46.000 limir. Eini 200.000 tónleikarar eru skrásettir hjá Gramex og hava rætt til pengar fyri framførslur av tónleiki
- - -
Innkrevjingin
Tað ber til at gjalda til Gramex eftir tveimum skipanum. Onnur er, at alt, sum verður spælt í eini útvarpsstøð, verður skrásett, og goldið verður fyri tann tónleik, sum Gramex kann krevja pengar fyri og ikki fyri hitt. Hin skipanin er, at goldið verður fyri hvønn sendan minutt, og tá slepst undan krevjandi skráseting av tónleikinum. Tað er hendan seinna skipanin, sum Rás 2 brúkar.
Í Danmark krevur Gramex 0,4660 krónur fyri hvønn minutt av tónleiki, sum eitt lokalradio sendir til hvørjar 50.000 íbúgvar.
Rás 2 skal gjalda 1,89 krónur fyri hvønn minutt, sum rásin sendir til hvørjar 50.000 íbúgvar. Taksturin hjá Rás 2 er sostatt meira enn fýra ferðir so høgur, sum hann er í Danmark, hóast Rás 2 verður roknað sum eitt lokalradio.