Rørsluárið ein fólkaheilsupolitisk succés! takkað verið øllum luttakarum í samstarvinum

“Hava vit eina avtalu, um at vit fara at gera tað í 2009?” spurdi eg Sølva Reinert Hansen, ÍSF-forsetan í telefonini, meðan eg sat og skrivaði uppleggið um heilsupolitiska partin til løgmansrøðuna í fjør. “Ja, sjálvandi, vit verða klár”, segði Sølvi.

Tað var ikki bara at siga tað, at lýsa 2009 sum Rørsluár. Við landsstýrismanninum, ÍSF og Fólkaheilsuráðnum á odda skuldi Rørsluárið skipast sum eitt felags átak millum nógvar partar: lokalu ítróttarfeløgini, áhugafeløgini, kommunurnar, skúlaverkið, dagstovnarnir, almennu og privatu arbeiðsplássini,– og við góðum uppbakningi frá fjølmiðlunum. Bert um hetta samstarvið fekst at rigga millum aktivar partar, kundi Rørsluárið gerast veruleiki.

Eg var ógviliga spentur uppá, um tað yvirhøvur fór at eydnast, ella um tað bara bleiv eitt flopp, ein brostin ballón - um vit bara fóru at standa har og tosa fyri deyvum oyrum.

Men Rørsluárið bleiv ein fólkaheilsupolitisk succés! Heilt frá startskotinum á Grækarismessu til út á veturin hevur verið íðandi fult av tiltøkum. Og sum tað allarbesta hevur hetta verið út um alt landið, frá høvuðsstaðnum út á minstu bygdir í útjaðarinum. So fólk hava tikið ómetaliga væl undir við rørsluárinum og tí boðskapi, ið liggur aftanfyri: at tað er stimbrandi og heilsufremjandi at røra seg eitt sindur dagliga – at tað er hugaligt og positivt, bæði fyri hvønn einstakan og fyri okkara samfelag.

Tað hevur verið ein slík ørgrynna av tiltøkum, at tað er vónleyst at nevna alt. Men lata meg bara nevna úr rúgvuni, fyri at vísa hvussu fantasiríkt og fjølbroytt rørsluárið hevur verið:

Fólkaheilsurenningar í Havn, Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Vágum, Suðuroy og á Sandi
Ítróttarbarnagarður á Svangaskarði, og rørsluátøk á Dagstovninum við Kráir við Margáir, Dagstovninum Kurlan, o.n.ø.
Rørslufremjandi skúlaátøk m.a. á Norðskála, á Sandi og nógva aðrastaðni
Gongufeløg í Norðoyggjum, Havn og í Suðuroy við serligum tiltøkum
Kvinnurenning í Havn
Rørsluráðstevnur í Havn, Klaksvík, Svangaskarði, Sørvági, Sandi og Hovi
Sparkivallarkappingar fyri børn á Húsum, í Fámjin, Haldórsvík, Vatnsoyrum o.a.
Sparkivallarkapping fyri brekað á Toftum
Motiónssvimjing við heilsustøðumeting í Svjimjihøllini í Havn
Firmaflogbóltsdagur í Gundadalshøllini
Heilsukafé í Klaksvík og Runavík
“Virkisleikir” fyri starvsfólk, á Tórsvølli
“Ítróttarnátt” – opið hús í ítróttarhøllunum kring landið
Ítróttardagur fyri sinnisveik, í Leirvík
“Útivikan” við alskyns tiltøkum út um alt landið
Psykiatriski Depilin og Landssjúkrahúsið rørsluátøk alla Útivikuna
“Rørslufagnaður” á Tórsbreyt
“Royn onkra ítróttargrein”, átøk alla heystfrítíðina við 15 ymiskum ítróttargreinum í høllum og ítróttarøkjum víða um alt landið.

Sum fyrrverandi landsstýrismaður, ið var við til at fyrireika Rørsluárið og skipa fyri fyrra part av árinum, vil eg loyva mær at takka øllum pørtum, sum samstarvaðu um at gera Rørsluárið til eina brakandi succés.

Fólk í tíggjutúsundatali hava verið virkin í Rørsluárinum 2009, sum nú er komið at enda. Tað er mín vón, at tey flestu halda fram við at røra seg dagliga, eisini í árunum sum koma. Tí alt er at vinna: ?
Rørsla gevur tær eitt betri og frískari lív
Hon minkar um blóðtrýstið
Minkar skaðiliga blóðfitievnið
Økir iltupptøkuna, konditalið
Styrkir hjartavøddarnar
Betrar hvílipulsin
Betrar vøddastoffskiftið
Minkar hjartarútmuórógv
Betrar blóðtynningina
Betrar sukurstoffskiftið
Minkar angist og stress
Mótvirkar tunglyndi
Gevur betri humør
Styrkir potensin
Minkar vandan fyri demens

So tað er gagnligt á einhvønn hátt. Nakrar tímar um vikuna, at ganga, renna, svimja, íðka fimleik, koyra rullistól, dansa, rógva, ríða, skreiða, spæla bólt ella spæla hvat sum helst við likamligum aktiviteti. Haraftrat er tað jú eisini stuttligt.

Við tøkk fyri árið, sum skjótt farið er, og við bestu ynskjum fyri tí komandi.