Leygardagin 9. februar verður róðrarneystið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum tikið alment í nýtslu. Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku í sjálvum neystinum. Harumframt verða eisini ymiskt annað á skránni sama dag.
Móttøkan byrjar klokkan 15.00 við almennari móttøku, har Eystankórið og Manskórið syngja. Klokkan 16.30 verður uppboðsøla av myndum og málningum, sum politikkarar og onnur lokal fólk hava málið. Talan er um umleið 20 málningar og myndir. Um kvøldið verður almenn veitsla, har øll eru hjartaliga vælkomin. Hon byrjar klokkan 20.30 í neystinum hjá Kappróðrarfelagnum.
-ib
Myndatekstur: Róðrarneystið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ verður leygardagin tikið alment í nýtslu










