Úr róðrarbáti undir Sundið

Framsýning um feðramynstrið vestur í Vágar í gamlari og nýggjari tíð verður um Vestanstevnuna at síggja á Ellisheiminum í Miðvági

Framsýning


Frá áttamannafarinum hjá løgmanninum á Steig til modernaða bussin, sum fer at koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin við fólkið til jetflogfarið fevnir framsýningin, sum sett verður upp á Ellisheiminum í Miðvági nú á Vestanstevnu, um.
Framsýningin hevur fingið heitið »Gamlar tíðir - nýggjar tíðir«, og lýsir hon ferðasambandið so langt aftur, nakar veit um at siga, greiða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi.
Sagt verður, at vit minnast úr filminum um Barbaru, hvussu torført tað var hjá løgmanni at koma úr Sandavági til Havnar við áttamannafarinum.
Tann tíðin er langt siðan farin, sum betri er, og vit hava fingið heilt aðrar hættar at ferðast.
Eitt tíðarskeið, sum minst verður aftur á í Vágum, er tíðin frá tí Bragd fór at flyta bilar um Vestmannasund á fyrsta sinni. Hann tók tríggjar bilar.
Greitt verður eisini frá tíðini, tá siglt varð til lendingina á Fútakletti, sum var í brúki fram til 1965, tá farið varð norður á Oyrargjógv.
Síðan hevur ein øgilig menning verið í samferðsluni um Vágarnar, til vit í dag standa fyri at lata undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi upp.
Vit fara ivaleyst at síggja myndir frá teimum báðum Sam'unum og kanska Ólavi við, eins og Ternurnar báðar helst eisini fara at verða vístar fram.
Longu í 1980'unum vóru fyrstu tunnilstankarnir undir Vestmannasundi festir á blað, og í dag er so við at vera liðugt.
Men umframt tunnilsuppskot hava fleiri onnur uppskot um fast samband um Vestmannasund verið frammi. Eitt nú tann kenda heingibrúgvin og eisini okkurt uppskot um at gera byrging.
Framsýningin fer at lýsa gongdina í samferðsluni í Vágar í orðum og myndum, eins og eisini onkrir forvitnisligir lutir verða at síggja.
Framsýninin er opin í høllini á Ellisheiminum stevnudagarnar frá klokkan 14.00 til 20.00. Eisini verður opið mánadaign eftir vestanstevnu frá klokkan 19.00 til 21.00